Inntil hádagur er
Men gøtan, ið hini rættvísu ganga, er lík skínandi ljósi, sum verður bjartari og bjartari, inntil hádagur er.
Orðt. 4,18
Kendi, vakri summarsangurin hjá Jens Dam Jacobsen, “Dýrd á vík og vág”, er ein góð lýsing av einum føroyskum, litríkum hásummardegi, tá ið himmalin er bláur, og alt andar av lívi úr fjøru í fjallatind. Tá kann ljósið ikki vera bjartari. Vakri sangurin um summar í Føroyum endar við orðunum: “Gævi, dagur aldri fór at halla.” Tað er, sum at yrkjarin vil siga: Gævi, at klokkan steðgaði her. Gævi, at vit kundu fryst hesa myndina fasta. Gævi, at lívið kundi hildið á uttan steðg, meðan sólin stendur hægst á himli, og alt er ljóst og gott.
Men ljósu dagarnir á hásumri eru eisini undirlagdir náttúrulógina, og tá ið vit hava ársins longsta dag 21. juni, fer dagurin eisini at halla – og summarið við. Tá ið so hásummarið er farið aftur um bak, og komið er út í august og septembur mánað, merkist, at vit eru á veg aftur inn í ta myrku tíðina. Veturin er á veg. Tíðin steðgar ikki á.
Soleiðis er eisini við lívi okkara. Eftir lívsins vár, tá ið lívið tykist vera sum eitt spæl, og einki er óført, kemur lívsins heyst við minkandi megi og orku. Tí er tað, at Prædikarin sigur: “Hugsa um skapara tín á ungdómsdøgunum, áðrenn hinir óndu dagarnir koma, og árini nærkast, sum tú fert at siga um: Tey líkar mær ikki!”
Lívsdagur okkara her á foldum fer fyrr ella seinni at halla, og so kemur dagurin, tá ið vit mugu fara hiðani og siga tí tilveru, vit hava kent, farvæl. Men fyri tann, sum trýr á Jesus, er ein heilt onnur náttúrulóg galdandi, sum ger, at okkum nýtist ikki at óttast tað, sum kemur. Tí Jesus segði: “Eg livi, og tit skulu liva.” Stóri evangelisturin D. L. Moody tók onkuntíð soleiðis til: “Einaferð fer ein lýsing at standa, sum boðar frá, at nú er Moody deyður. Trúgvið tí ikki, tí hann er ongantíð meiri á lívi enn júst tá.”
Hetta er vissa og vón hins kristna. Vit stevna fram mót tí æviga hádegi, har tað aldri fer at myrkna, og eingin nátt er longur. Fyri hvønn tann, sum trýr á Jesus, er dagurin byrjaður, sum aldri fer at halla.
Faðir í Himli! Takk fyri lyfti tíni um, at eg ein dag skal koma heim til teir ljósu og ævigu bústaðir. Hjálp mær at minnast, at lívið her er avmarkað, og at nýta mína tíð til æru fyri navn títt. Eg biði í navni Jesusar, amen!
Úr bókini “Ein dag í senn”.