Hildið fundir í fýrati ár
Í 40 ár hava føroyingar í Odense funnið saman til bíbliufundir og samkomur. Havnamaðurin Árni Helmsdal, sum býr í Odense saman við konu síni Vibeke, hevur verið við øll árini. At hetta hevur havt týdning prógvaði hátíðardagurin, sum hildin varð seinasta leygardag fyri at markera tey 40 árini..
Vit vóru umleið 100 føroyingar, ið hittust á Kratholmskolen í Bellinge – uttan fyri Odense. Har vóru vitnisburður, áminningar og hugleiðingar um tey 40 árini, sum farin eru. Og sum tað var sagt: 40 ár er eitt rættiliga bíblilskt tal, sum kemur fram fleiri ferðir. Eitt nú vóru ísraelsfólk í oyðimørkini í 40 ár. Áhugavert var at lýða á tað, sum fram varð borið hendan dagin. Og so var sungið hjartaliga við fleiri ljóðførum afturvið. Fríðtór Debes leiddi dagin, stuðlaður av Páll Dam Hansen og øðrum. Harumframt var sera góð servering millum samkomurnar og prátið gekk dúgliga millum fólk, ið vóru glað fyri at síggja hvønn annan aftur.
Mong, sum hava verið í Odense gjøgnum árini, vóru komin at feira dagin saman við teimum, ið framvegis halda eldinum brennandi á Odense-leiðini. Fleiri vóru komin úr Føroyum, og enntá Elspa og Kristinn, sum búgva í Reykjavík vóru komin longu leiðina at vera saman við núverandi og fyrrverandi útisetunum.
Vit ynskja teimum í Odense signing, varveitslu og leiðslu Harrans, sum hildið verður fram við verkinum har.
Niðanfyri her eru nakrar myndir frá degnum – umframt nakrar søguligar myndir, tiknar gjøgnum árini.