Hvaðani kom navnið Kristnastova?
Onkur spurdi meg herfyri, hvaðani navnið Kristnastova kom. Hesum kundi eg lættliga greiða viðkomandi frá, tí eg minnist væl, hvussu hetta hevði sína søgu. Kanska tað eisini hevur áhuga fyri onkran annan?
Tað var á sumri í 1974, at ognin á Oxford Allé á Amager var keypt til føroyska arbeiðið, ið var byrjað eitt ár frammanundan. Okkurt skuldi hetta nýggja andaliga heimið eita, og sum eg grundaði á hetta, kom navnið Kristnastova mær til hugs. Eg visti, at niðri á Reyni í Havn var eitt hús, ið æt Kristnastova, sum tað eisini verður kallað í dag. Hetta hús varð nýtt til skrivstovur í mong ár.
Har arbeiddi Petur Háberg, sáli, eina tíð á yngri árum, og tað var har, at hann skrivaði sangin “Tak meg allan, Harri Jesus”, sum var ein serstøk halganarbøn frá hjarta Peturs “eftir at heimsins áhugamál høvdu volt, at dragnað var”- sum Petur málbar seg. Sangurin er nr. 880 í NSGF.
Kristnastova í Havn er kallað eftir manni, sum æt Kristin ella Kristian. Hesi nøvn koma frá navninum Kristus. Hví so ikki nýta hetta vakra navn til eitt hús, har kristin fólk fóru at hittast, og har peikað varð á Kristus. Tað helt eg sjálvur verið eitt gott hugskot.
Fyrsti persónur, eg nevndi tað fyri, var pápi mín, sum tóktist at dáma uppskotið væl. Tann næsti var áður nevndi Petur Háberg. Hann dróg eitt sindur á – helt, at hatta kundu vit koma aftur til. Men hann góðtók tað kortini skjótt aftaná, so hetta gjørdist navnið. Og tað gekk ikki long tíð, fyrrenn tað merktist, at fólk høvdu tikið hetta navnið til sín.
Í dag er ringt at ímynda sær, at húsið skal eita nakað annað enn Kristnastova.
Ø.