Løta fyri seniorunum
Mikudagin 6. desember var seniorsamkoma í Kristnastovu. Hóast veðurlíkindini vóru ikki tey bestu, var ein fittur flokkur av útisetum komin saman, harav tey flestu eru fast búgvandi í Danmark. Hesa hugnaløtu nakað fyri jól hava vit havt í mong ár.
Millum teirra, sum vóru tilsteðar, vóru Else og Poul Johan Djurhuus, sum vóru fyristøðufólk í Kristnastovu tíðliga í 90unum. Tey luttóku eisini á samkomuni og greiddu frá tíðini, tey vóru í Danmark, sum eisini umfataði tíðarskeiðið, tá nógvir føroyingar fluttu hendanvegin vegna vánaligu búskaparstøðuna í Føroyum.
Eisini var filmurin um Kristnastovu vístur, sum var gjørdur herfyri í sambandi við 50 árini, ið farin eru síðani byrjanina av verkinum.
Vit sungu jólasangir, fingu eitt orð til seinast og ynsktu hvørjum øðrum gleðilig jól, áðrenn farið var heimaftur fram móti skýmingini. Ein góð løta var at enda komin. Nakrar myndir frá degnum síggjast niðanfyri.