Betlehem, Jerusalem – og vit
Tey føroysku jólabløðini, sum komu út í 50unum og 60unum, tá undirritaði var á yngri árum, plagdu at seta sín dám á jólamánaðan. Har vóru søgur, hugleiðingar, yrkingar, ofta kryddaðar við hugnaligum tekningum av føroyskum listarfólkum. Hetta var sjálvandi ein onnur tíð við ongum sjónvarpi og fáum útvarpssendingum.
Eitt av bløðunum var Jólastjørnan, ið Petur Háberg ritstjórnaði, sum vit annars kendu mest sum talara í samkomuni í Ebenezer. Aloftast skrivaði hann eina yrking sjálvur, sum stóð í blaðnum.
Hendan hugtakandi yrkingin stóð í Jólastjørnuni í 1956.
Komu teir úr Eysturlondum,
eyguni á stjørnu fest,
komu ei við tómum hondum
til hin lítla guddómsgest.
Roykilsi og dýrar gávur
bóru inn í fátækt fjós.
Lonin lág, men hugur háur:
Inni har var heimsins ljós!
Ør og uppøst fylkist fjøldin,
troðkar fram at hallargátt,
beiskari enn yvirvøldin
krevur manndráp skjótt og brátt!
Slær hitt bleika, milda andlit,
Dávidstaðsins guddómsgest!
Meiri ónt og vilt enn vanligt
rópar hon: Krossfest, krossfest!
Ganga vit um heimsins gøtur
móti fjaldu feigdarstund.
Leiði trúligt várar føtur
Orðsins ljós til sælan fund!
Lat ei krossins naglar vera
hjartans skjaldarmerki mær!
Gævi fram eg støðugt bera
offur kann, sum tekkjast tær!
*P. W. Háberg