Søgulig mynd av trúboðarum
Hesa mynd tók eg á páskastevnu á Zarepta umleið 1968-69. Her sæst ein aldrandi tænari Harrans, Andrew Sloan, sonur William G. Sloan, trúboðara, saman við Óla á Grømma Jacobsen, ið var farin út í tænastu nakað frammanundan – síðani tveir heimatrúðboðarar, Zacharias Zachariassen og Brynleif Hansen. Uttast til høgru sæst Jonna Sivertsen, ið stutt aftaná flutti saman við manni sínum, Hans, til Grønlands at virka sum trúboðari. Vissuliga hevur Andrew Sloan gleðst um, at yngri fólk høvdu tikið við og vóru farin út í tænastu Harrans.
Í dag er tað bert Óli á Grømma, sum er á lívi. Hann er framvegis virkin í tænastuni og vitjaði í Føroyum fyri fáum vikum síðani. Brynleif andaðist í 1970, Andrew í 1973, Zacharias í 2017 og Jonna fór eisini í 2017. Vit minnast tey øll við stórum takksemi fyri alt tað, tey vóru fyri so mong.
– Ø-