Tá ið Sloan rópti grindaboð
Tá ið eg fari inn á Ríkissjúkrahúsið at vitja, komi eg ofta fram við standmyndini av Niels R. Finsen, har kendi læknin situr hugsanarsamur og grundar. Niels R. Finsen livdi í tíðarskeiðinum 1860 til 1904 og var amtmanssonur. Mamman var úr Danmark og pápin úr Íslandi.
Finsen fekk nobelheiðursløn í 1903 fyri at vera ein undangongumaður innan nýskapandi ljósviðgerðir, sum vóru mongum til góða hjálp, sum stríddust heilsuliga. Vit føroyingar hava hug at kanna okkum hendan úrmælingin, tí hann vaks upp í Føroyum.
Hetta er um sama mundið, sum ein annar maður gjørdi eitt slóbrótandi arbeiði í Føroyum, skotski trúboðarin William G. Sloan. Hann hevði lært seg danskt, tí hetta var í tí tíðini, tá føroyska skriftmálið ikki var komið fyri seg. Sloan var jú barnavinur, sum ofta sang fyri børnunum, og tiltikið er, at hann plagdi at leggja hond sína á høvd teirra og siga “tro på Jesus”. So tað er lítið at ivast í, at Niels R. Finsen á barnaárum hevur fingið hesa einfaldu og signandi heilsan frá Sloan.
Hóast aldursmunin hava teir báðir kent hvønn annan. Tað framgongur av bók eftir danska læknanum Anker Aggerbo, sum hevur skrivað ævisøgu um Finsen. Har umtalar Aggerboe William G. Sloan. Hann sigur m.a. frá, hvussu Sloan var eins og ein “Pater Familias” í Havnini, sum ofta tók ímóti ferðafólki niðri við lendingina. Og hann veit eisini at siga, at einaferð vísti Niels R. Finsen skotska trúboðaranum ein vakran træskurð, sum hann hevði latið gera. Men samtalan teirra varð brádliga avbrotin, tí – sum Aggerbo sigur frá – í tí sama fær Sloan eyga á eina grind úti í fjørðinum. Hann, altso Sloan, fer at rópa “grindaboð” og støkkur í ídni sínum yvir í hitt enska málið.
Rættiliga áhugavert, at tann mildi og spakføri tænari Harrans eisini vildi gleða føroyingar við at rópa grindaboð. Enn eitt dømi um, hvussu skotski trúboðarin hevði gjørt seg til eitt við fólkið og tók lut í gerandisdegi føroyinga. Ø.