Íslandsferðin í 1963
Á hásumri í 1963 stevndi eitt ungdómskór í Ebenezer til Íslands at syngja fyri íslendingum. Kórið hevði sín uppruna í Bíbliuklassanum í Ebenezer og fekk heitið, Sangvitnisflokkurin, sum á íslendskum var umsett til “søngvottasveitin.”
Vit fóru við DFDS-skipinum Dronning Alexandrine til Reykjavíkar fyri at syngja á ymsum samkomum, bæði í Reykjavík, Akureyri og aðrastaðni við. Ferðaleiðari var Petur Háberg, røðari (umframt Petur) var Zacharias Zachariassen, og solosangari var Ingálvur av Reyni. Jógvan við Keldu var eisini við á ferðini og sang saman við okkum.
Kórið taldi 18 ungfólk – teirra millum fleiri tannáringar. Umframt at syngja á samkomum í Reykjavík, vóru vit eisini á Akureyri, Keflavík og øðrum støðum og sungu. Eisini vóru vit boðin inn í studiohøli hjá kringvarpinum í Íslandi, har vit sungu nakrar sangir til eina sending, sum varð send seinni. M.a. sungu vit “Ástfolgin hirðisins hjarta” saman við Ingálvi av Reyni, sum nú kann hoyrast á minnisfløgu Ingálvs.
Tað eru nú 60 ár, síðani henda ferðin varð gjørd til Íslands við “einglakórinum”, sum nøkur høvdu hug at kalla Sangvitnisflokkin. Av sonnum vóru hetta innihaldsríkir og signaðir dagar, sum vit nú minnast við takksemi. Niðanfyri her síggjast nøkur minnisbrot.
Á flogvøllinum við Egilstaðir Umborð á Dronning Alexandrine
Niðanfyri síggjast nøkur kut úr íslendska blaðnum “Norðurljósið”, har Sæmundur Jóhannesson skrivar og “Lív og læru”, har Petur Háberg skrivar: