Varðin gjørdist merkið


Sigrun Gunnarsdóttir av Eiði var millum tey fyrstu, sum savnaðust í Kristnastovu, eftir at byrjað var á Oxford Allé í 1973.
Sigrun fekk listarliga útbúgving í Keypmannhavn og var samstundis ein góður stuðul í verkinum tey ár, hon var í Danmark. Í 1974 gjørdi hon ein málning av einum varða, sum hon gav okkum í Kristnastovu. Hann kom at hanga í samkomuhølinum á Oxford Allé. Málningurin leiddi tankarnar til ta missión, ið føroysku varðarnir høvdu havt: At fólk, sum viltust av leið í toku ella óveðri, kundu koma aftur á beint, tá ið tey komu til ein varða. So varðin gjørdist merki okkara. Hann varð eisini teknaður og kundi síggjast á forsíðuni og baksíðuni av Boðberanum seinnu árini.
Málningurin er framvegis at síggja í samkomuhølinum – nú á Birmavej 36.

You may also like...