Hásummarkvøða

Tað er hásummar, og tað sprettir og grør allastaðni rundan um okkum. Fuglarnir láta, og blómulívið er í hæddini. Í Føroyum er bøur og hagi merktur av spælandi smálombum og gyltur av mongu sóljunum, sum standa í blóma hesa tíðina.
Erla, systir, hevur skrivað eina yrking, har hon hevur fingið nógv við av tí, sum eyðkennir hásummarið í Føroyum. Hon skrivar á facebook-vanga sínum: Gjørdi juniyrkingina hesa tíðina fyri fimm árum síðan, mestapartin meðan eg gekk fram við Hoydalsá ein fagran dag. Í nøkur ár gekk eg ofta tann morguntúrin.
Hvørt ár síðan havi eg fingið júst somu kenslu, sum yrkingin lýsir, tá ið eg havi gingið henda túrin aftur. Heiti, ljósi, gróðrarríki juni. Og í gjár sá eg ársins fyrstu reyðakkuleyu.

You may also like...