Kórsangur á Ríkissjúkrahúsinum
Eitt av teimum støðunum, har Ebenezerkórið fer at syngja undir vitjanini í Danmark, er Ríkissjúkrahúsið í Keypmannhavn. Hetta fer fram í forhøllini, har fólk ofta sita og bíða eftir at vera avheintað ella bara rinda møðina. Har stendur eitt flygil frammi, og har eru viðhvørt onkrar sangframførslur, sum kunnu stytta um stundir hjá teimum, sum eru stødd har. Og so sært tú læknar og sjúkrasystrar og onnur, sum steðga á eina løtu fyri at líða á.
Hugaligt var at merkja tað vælvild, sum varð sýnd, tá eg spurdi, um tað var ein møguleiki hjá Ebenezerkórinum at syngja nakrar sangir. Svarið var ja beinanvegin. Og nú vóna vit, at seinnapartsløtan týsdagin 30. mai verður til gleði og signing fyri fólk á Ríkissjúkrahúsinum – eisini teir føroyingar, sum eru niðri í Danmark í sjúkraørindum.
Forhøllin á Ríkissjúkrahúsinum