Langifríggjadagur

Hetta hendi allarfyrsta langafríggjamorgun fyri einum tveytúsund árum síðan:
“Teir fóru nú við Jesusi frá Kaifasi til borg landshøvdingans; tað var tíðliga um morgunin. Sjálvir fóru teir ikki inn í borgina, fyri at teir skuldu ikki verða óreinir, men kundu eta páskalambið.”
Í myrkrinum kvøldið fyri vóru Judas, vaktarmenn og tænarar frá høvuðsprestunum og farisearunum farnir við kyndlum og vápnum at handtaka Jesus og fóru við honum til Annas høvuðsprest, sum síðan sendi hann bundnan til Kaifas høvuðsprest, ið var versonur Annas. Alla náttina hevði Jesus verið í teirra valdi, og tíðliga um morgunin fóru teir so til landshøvdingan Pilatus. Jødarnir fóru við sínum egna soni og lótu hann í hendurnar á ovastanum fyri fremmanda hersetingarvaldinum í landinum!
Sjálvir vildu hesir høgu menn jødanna ikki fara inn í borgina hjá teimum heidnu rómverjunum, tí teir vildu ikki gera seg óreinar, so at teir ikki kundu eta páskalambið. Teir hildu seg strangliga til sínar siðir.
Lítið skiltu teir, hesir lærdu menn og tænarar teirra. At teir vóru í ferð við at skriva søgu. Og at páskirnar, sum Ísraels fólk hevði hildið í eini 1200 ár, og allar ofringarnar í søgu teirra peikaðu fram ímóti júst hesum døgunum og hesi hendingini, tá ið Guds sonur varð ofraður sum eitt lamb. Teir grunaðu ikki, at Kristus var sjálvur páskalambið.
Páskirnar vórðu av fyrstantíð innsettar, áðrenn Móses leiddi ísraelsfólk úr Egyptalandi, har tey høvdu búð í 400 ár og nú skuldu slíta trælabandið. Seinasta plága Egyptalands var, at elsti sonurin í hvørjum húsi hjá egyptum varð dripin. Men alt ísraelsfólk varð vart móti deyðseinglinum, tí hvørt húski hevði fingið boð um at drepa eitt lamb og smyrja blóðið á dyrnar. Lambið læt lív fyri at bjarga fólkinum. Hetta var ein mynd av Jesusi sum páskalambinum 1200 ár seinni.
Nú gekk hetta út fyri eygunum á høvuðsprestunum og tænarum teirra, men teir fingu einki við í síni valdsgirnd og øvund móti honum, sum gekk um og gjørdi væl. Sum grøddi tey sjúku, ið komu til hansara, og seinast hevði hann reist Lazarus upp frá teimum deyðu. Hesir menn vóru upptiknir av ikki at dálka seg, so at teir sjálvir kundu eta páskalambið. Lítið fataðu teir, at tað var harra lívsins, teir lótu rómverska fíggindanum í hendur, og at teirra gomlu siðir og alt páskahaldið vísti á tað, sum nú hendi í Jerusalem.
Sum Pætur segði, eftir at Jesus var risin upp, í røðu síni við tempuldyrnar, har hin lamni var grøddur: “Høvdinga lívsins drópu tit!”
Nei, teir skiltu ikki nógv av tí, sum hendi henda langa fríggjadag og komandi dagarnar, tá ið Jesus leið, doyði og síðan reis upp aftur triðja dagin.
Tað er okkum givið at skilja nú. Øllum, sum vilja taka ímóti tí.                                                                           Erla Berghamar

You may also like...