Fyrsta kórið í Kristnastovu
Andaligi sangurin hevur frá fyrsta degi havt sítt stóra pláss á møtum og samkomum í Kristnastovu. Lovsangur og felagssangur hevur ljóðað, men eisini framførdir sangir, solosangir og sangir, sungnir av smærri bólkum.
Ja, eisini sangkór hava verið at hoyrt av og á. Í 1983 var fyrsta royndin gjørd, tá eitt kór fór undir at venja og varð stjórnað av Ólavi Jøkladal, ið tá var í Danmark í útbúgvingarørindum.
Myndin her er tikin fríggjakvøldið 12. mars 1983, tá tað var sangfundur í Kristnastovu við luttøku av sangkórinum, men eisini var annar sangur á skránni m.a. við børnum.
Hetta sæst av greinastubba í blaðnum Boðberin, sum Kristnastova gav út í mong ár. Yvirskriftin er “Eitt gott sangkvøld”, og har verður mett, at eini 80 fólk vóru á møti tá. Tað kann undra í dag, at vit eisini so tíðiliga í tíðini kundu vera so mong. Sangkórið luttók á einstøkum møtum hesa tíðina, men hevði ikki so langa livitíð. Brotið úr blaðnum Boðberin sæst niðanfyri her.