Hent bíbliuhandbók
Nakað fyri jól kom onnur bók út eftir Warren Wiersbe við viðmerkingum til Gamla Testamenti. Fyrsta bókin við heitinum „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Nýggja Testamenti“ kom út í 2019. Hendan nýggja bókin eitur „Viðmerkingar til hvønn kapittul í Gamla Testamenti – Fyrri partur“ og er – eins og áður útkomna bók – týdd av Páll á Lakjuni. Her eru stuttir, fyndarríkar og leiðbeinandi viðmerkingar til hvønn kapitul frá 1. Mósebók til Esters bók. Og so gita vit, at ein bók kemur út aftrat seinni við viðmerkingum til tær bøkur í GT, sum so eru eftir.
Warren Wiersbe var kendur bíbliulærari og høvundur. Hann skrivaði meiri enn 150 bøkur. Eisini hevði hann bíbilskar sendingar í útvarpi. Hann sá alsk sín til at lýsa og greiða frá Skriftunum sum eina gávu, Gud hevði givið honum, øðrum til hjálpar. Hann segði einaferð:
“Fyri meg er skriving eitt starv. Eg eri ikki ítróttamaður. Eg eri ikki maskinsmiður. Tað er so nógv, eg ikki dugi, sum onnur megna so væl. Men eg dugi at lesa, granska, hugsa og læra. Tað er ein vøkur, undurfull gáva frá Gudi. Eg geri ikki annað enn at nýta tað, Hann hevur givið mær, til at læra onnur og at geva Harranum Jesusi Kristi dýrd.”
Undiritaði kann viðmæla hesa bók, sum verandi sera henta og læruríka at hava við hondina, tá tú lesur í bíbliu tíni.
– Øssur