Bert ein dag í senn

Kanst tú ikki hoyra sangin her, so eigur tú at kunna finna hann á youtube við at skriva heitið.

Sum farið er inn í árið 2023 við tess 365 døgum, og vit ynskja hvørjum øðrum eitt gott nýggjár, er gott at minnast, at vit øll fáa bert ein dag í senn í hesum nýggja, ókenda ári.
Vit hava helst fingið okkara 2023-kalendarar og skulu nú at føra tað inn, sum vit skulu minnast av føðingardøgum og øðrum merkisdøgum. Yngra ættarliðið nýtir ivaleyst teirra digitalu kalendarar í staðin. Tað at hava langtíðarætlanir er eisini so vanligt í dag. Men felags fyri okkum øll er, at vit fáa bert ein dag í senn.
Hetta er tað, sum sangurin “One day at a time” minnir okkum um. Hann varð týddur í samband við minnisfløguna, ið útkom eftir Árna B. Jensen nakað eftir, at hann var farin.
Tá Árni Bass, sum vit kallaðu hann, var skipari umborð á Logos Hope og øðrum OM-skipum sang hann stundum við síni djúpu bassrødd gjøgnum hoytalararnar eftir at hava kunngjørt positiónina hjá skipinum. Sangurin “One day at a time” var ein av sangunum, sum hann plagdi at tríva í. Tíverri tagnaði røddin í 2011, tá Árni fór heim til Harran eftir at hava verið sjúkur eina tíð.
Tað var hugsan okkara, at Árni skuldi syngja hendan sangin sangin inn á fløgu, men so skuldi ikki vera. Nakað aftaná, at Árni var farin, varð sangurin týddur til føroyskt við heitinum “Bert ein dag í senn”. Hann varð síðani innsungin av børnunum, Erlu og Boga, og kom við á minnisfløguni, sum út kom í 2013. Sangurin kann hoyrast her. Niðurlagið sigur:
Bert ein dag í senn, mín Jesus,
tað er alt mær tørvar júst nú
at bíða meg lær við styrki frá tær.
Mítt álit ert tú.
Gjárdagurin fór, mín Jesus,
í morgin ei komin er enn.
Eg biði teg: vís mær tín veg,
bert ein dag í senn!


Vit fáa øll bert ein dag í senn. Latið okkum liva í ljósinum av tí.
– ø –

Spurningar/viðmerkingar: oberghamar@gmail.com

You may also like...