Av hjarta Honum takki eg
Sangurin “My heart is filled with thankfulness” er skrivaður av Keith Ketty og Stuart Townend, sum hava givið okkum aðrar góðar sangir, ið eru týddir til føroyskt – eitt nú “Tað finst ein vón” og “Á Kristus bert”. Hesin sangurin er ein lovsangur til Harran fyri frelsuverk Hansara, fyri kærleika, kraft og verju á trúarleiðini – og ein halgan til Hansara, sum er Harri og Kongur okkara.
Av hjarta Honum takki eg
sum pínur mínar bar;
úr djúpinum Hann upp meg tók
og lívið veitti mær.
Hann syndarinnar megi breyt,
og ljós á myrkri vann.
Á hjarta mínum ritað er:
Mín rættvísi er Hann.
Av hjarta Honum takki eg,
sum gongur mær við lið,
mær gevur kraft í veikleika,
í ótta hvíld og frið.
Og fyri hvørt eitt trúarstig,
hans lyfti eigi eg.
Hans hendur milt í kærleika
við náði krýna meg.
Av hjarta Honum takki eg,
sum er altvaldandi.
Hans vísa ráð, Hans kærleiki,
um ævir galdandi.
Við kongi mínum dag um dag
í trúgv eg liva kann.
Og eg vil geva lív mítt alt
at elska, æra Hann.
Keith Getty & Stuart Townend – týtt ØB Upptøka á enskum kann hoyrast her: