Játtan og fyrigeving
Eg minnist, tá eg sum smádrongur kom at bróta eitt vindeyga nokk so meint í einum húsum í grannalagnum, har vit búðu niðri vid Rættará Havn. Hetta hendi undir spæli saman við øðrum. Eg rann sum ein hvirluvindur burturfrá í vón um, at hetta ikki fekk nakrar avleiðingar. Men onkur hevði sagt frá tilburðinum, og tað kom fyri oyruni á pápa mínum. Hvørja avtalu pápi mín fekk við grannan um at bøta skaðan veit eg ikki. Men eitt kravdi pápi mín, og tað var, at eg fór yvir til grannan at biðja um umbering. Har hjálpti eingin undanførðsla. So eg mátti fara hesa tungu leið til álvarsama mannin í grannalagnum og hugdi ikki upp, meðan eg setti orð á mína umbering. Eg helt meg tó síggja, at hetta var góðtikið, og at alt var í lagi okkara millum. Víst var hetta eyðmýkjandi fyri lítla piltin og kanska ”ópedagogiskt” eftir nýmótans málistokki, men um somu tíð ein góður lærupeningur.
Hin burturvilsti sonnurin, sum kom heimaftur til faðirin aftaná eitt lív í synd og ólevnað, vildi ikki bera í bøtuflaka fyri lív sítt. Hann segði: ”Eg havi syndað móti himlinum og fyri tær.” (Luk. 15,21). Tað var einki stuttligt, men neyðugt, fyri at samfelagið millum faðir og son kundi vera endurreist.
Synd kemur millum okkara og himmalska faðir okkara og ger nógvan skaða. Hon førir til skuldarkenslu, ófrið og ótta. Men góðu tíðindini eru, at Harrin fyrigevur fegin og vísir okkum náði, tá vit venda okkum til hansara. Tí kom Jesus – júst fyri at taka syndir okkara á seg. Tað gjørdi Hann einaferð fyri allar á Golgata.
Tað er einki størri fyri eitt menniskja, sum er tyngt av synd síni, enn vissan um, at syndin er fyrigivin av Gudi sjálvum. Í tí løtu syndin verður játtað fyri Gudi og fyrigivin, verða vit sett í frælsi. Ein grøðing fer fram innan í okkum. Jóhannes ápostul sigur í fyrra brævi sínum, at ”blóð Jesusar, sonar Hansara, reinsar okkum frá allari synd.” Og seinni sigur hann: “Játta vit syndir okkara er Hann trúfastur og rættvíur, fyrigevur syndir okkara og reinsar okkum frá allari órættvísi.” (1. Jóhs.br. 1,7 og 9). Her er talan um eina fullkomna fyrigeving og reinsan frá syndaskuld okkara, sum hevur tað við sær, at eingin ákæra verður reist á dómsins degi. Og tí kunnu vit syngja eins og Zinzendorff í sangi nr. 149 í NSGF:
Djarvur hin stóra dag eg skal
standa í virði tínum væl,
reinur í blóðinum, sum rann,
ei nøkur synd meg kæra kann.
Harri og frelsari! Takk fyri títt fullkomna verk, tína fullkomnu fyrigeving og fullkomnu reinsan frá synd. Takk fyri frælsið, eg eigi í tær, og Anda tín, sum áhaldandi ger sítt verk í mær. Í navni Tínum, amen.
Spurning/viðmerking? Skriva til oberghamar@gmail.com