Góðir heystdagar
Í døgunum 20 – 23. oktober var lega í Norðursjællandi. Nógvir luttakarar vóru hesaferð – upp ímóti 140 tilsamans. Eitt sindur váttligt var í veðrinum, men kortini vóru hetta góðir dagar fyri talríku luttakararnar, har Orðið varð talað, høvi var til vitnisburðir og nógvur lovsangur var at hoyra. Tað var Jógvan Júst Rasmussen, sum hevði bíbliutímarnar hesarferð og tosaði um Jákup, ættarfaðirin í Gamla Testamenti og bardaga Hansara við Gud á sinni, sum broytti hann og gjørdi hann til æviga signing.
Fólk komu heimaftur við gleði og takksemi um nakrar lívgandi dagar burturi frá stórbýnum, arbeiði, skúla og meldri. Her eru nakrar fáar myndir frá leguni.