Enn ein seniordagur

Millum seniorarnar hendan dagin vóru eisini Sunneva og Jákup Jacobsen, sum vit kenna frá teirra útisetatíð í 70unum.

Mikudagin seinnapart 28. september kl. 15 hittust seniorarnir enn einaferð til samkomu í Kristnastovu. Um 35 fólk hugnaðu sær væl hendan seinnapartin, har vit fingu ein góðan drekkamunn og eitt hugfarsligt prát við ymisku borðini. Og sum vanligt er, tóku vit okkum tíð til at syngja saman. Vit sungu kendar andaligar sangir, sum “Lívsæla vissa, Jesus er mín” og “Vit ferðast heim” – og eisini heystsangirnar “Nú farast allar blómur” og “nú hvítna tindar”, sum eru viðkomandi hesa ársins tíð.
Vit vístu myndir frá sumrinum, ið fór, men eisini onkrar søguligar myndir frá verkinum í Kristnastovu. Samrøða var við Gunnleig Joensen, sum siglir við fiskiskipi, og hann greiddi eitt sindur frá, hvussu tað er at vera sjómaður í dag. Tá ið klokkan nærkaðist 17 endaði Jákup Hansen við einum orði, og so fóru vit øll hvør til sítt eftir eina góða løtu saman.
Væntandi verður ein seniorsamkoma aftrat í ár, tá ið komið er út í desember mánaða.


You may also like...