Spyr Harran fyrst
“Spyr tó fyrst, hvat HARRIN sigur – eru orð Jósafat kongs í eini avgerðarløtu hjá ísraelsmonnum!” (1. Kong. 22,5)
Umráðandi er at vit taka Harran við, tá stig og avgerðir skulu takast í livinum. Nógvar avgerðir verða tiknar á ungum árum, sum kunnu hava stóra ávirkan á alt lívið.
Hetta er í huganum, tá hesin sangur varð skrivaður til fyrstu leguna hjá Kristnastovu í 1976 við luttøku av nógvum ungum, lesandi útisetum. Legan varð hildin á Kongelejren við Sejerø Bugt á Sjællandi, og tað var Johan Poulsen úr Klaksvík, sum tá var lesandi í Aarhus, ið framførdi sangin. Síðani hevur sangurin eisini verið sungin sum kórsangur, solosangur og felagssangur. Hann er nr. 724 í NSGF.
Spyr Harran fyrst,
hvørja ferð eitt stig tú skalt taka.
Hann er tær nær,
og tín veg hann kennir væl.
Veit, hvat er best,
og tær einki ilt skal saka.
Tá hann er við,
ei títt hjarta óttast skal.
Spyr Harran fyrst,
og legg hvønn ein spurning, sum kemur,
trygt í hans hond,
sum av kærleika er merkt.
Og tú skalt sjá,
at hans Andi við teg nemur,
so tú fært ljós
yvir leiðina, tú fert.
Spyr Harran fyrst,
og lat einki burt frá tær ræna
friðin, tú fekst,
tá tú endurføddur varð.
Minst, at títt lív
er ov dýrabart at læna.
Harri tín má
koma fyrst og fremst hjá tær.
Spyr Harran fyrst.
Sæla hvíld í sinni tað gevur,
tá ið tú veitst:
Hann er við á lívsins leið.
Gleð teg hvønn dag
í tí frelsara, tú hevur.
Hans er øll makt –
og sítt barn hann gloymir ei.
* Orð/lag: ØB