Sóljan í túninum
Í vár var nýggjur, væl útgjørdur bussur handaður Sjúklingahotellinum Tórshavn. Hesin bussur er, ið verður róptur Sóljan – eins og áður nýttu bussar – er ætlaður at stytta um stundir og vera sjúklingum og avvarðandi ein hjálp, meðan tey eru her í Danmark. Eitt nú verður koyrt til møti og gudstænastur.
Sóljan, hevur av og á verið at sæð í túninum í Kristnastovu við fólki, sum hava ynskt at vera við til møti sunnumorgun. Tó hevur bussurin ikki koyrt so regluliga – m.a. tí at tað ikki hevur verið nóg mikið av førarum. Men nú er tann trupuleikin við at vera loystur, nú liðið av sjálvbodnum førarum er vorðið betri mannað.
Andakt er annars á Sjúklingahotellinum hvørt hóskvøld kl. 20.30, og Kristnastova hevur ábyrgd annað hvørt hóskvøld.