Virkar millum børn umborð á Logos Hope
Arbeiðið umborð á missiónsskipinum Logos Hope var í longri tíð skert av koronu – eins og nógv annað evangeliskt verk í heiminum. Men nú eru betri umstøður aftur at vitja býir og lond, og skipið er í løtuni á veg til Seville í Spania.
Hannah Berghamar, barnabarn okkara, hevur verið við skipinum síðani januar mánaða í 2021. Seinastu tíðina hevur hon arbeidd millum børnini, sum eru umborð.
OM Danmark hevur lagt hesa videoupptøkuna út við eini heilsan frá Honnu, sum kann síggjast HER.