Farvæl til søguligan sal
Samkoman Berøa í Runavík hevur fingið nýggjan, rúmligan og snotuligan sal, sum nýliga er tikin í nýtslu. Áhugavert var herfyri at síggja góðu umstøðurnar, sum samkoman á staðnum har hevur fingið.
Hetta merkir so, at hin gamli, søguligi salurin fer at vera niðurtikin – og ivaleyst fylgir eitt sindur sorgblídni við hjá mongum. Salurin er søguligur í dupultum týdningi, tí hann er bæði gamla Berøa og gamli Ebenezer.
Bygdur í 1905
Í 1879 var fyrsti salur hjá lítlu brøðrasamkomuni í Havn bygdur á Tinghúsvegnum. Hann var millum manna varð kallaður “Sloans salur”. Eftir at samkoman í Havn hevði havt innivist í Sloans sali í nøkur ár, varð størri hús bygt, sum kom at eita Ebenezer.
Ebenezer varð bygt í 1905, meðan skotski trúboðarin, William G. Sloan, framvegis var á lívi, so hann hevur verið 67 ár og verið virkin í verkaætlanini. “Gamli Sloan” hevur kunnað sitið uppi húsi sínum á Tinghúsvegi og sæð beint oman á salin, sum var eitt úrslit av, at Harrin hevði signað orðið, ið sáað var í Føroyum gjøgnum mong ár. Helst hevur bygging av nýggjum sali verið eitt stórt trúarstig tá. Í 1914 andaðist William G. Sloan.
Fluttur í 1963
Í 1963 varð bygningurin fluttur inn til Runavíkar, tí samkoman í Ebenezer skuldi byggja nýggjan sal. Og tá runavíkingar og onnur har á leiðini um somu tíð ikki høvdu sal at savnast í, varð avgjørt at flyta gamla salin inn hagar. Í 1965 varð hann so tikin í brúk og fekk navnið navnið Berøa, og har hevur samkoman so havt sítt virksemi síðani.
Mong eru minnini
Mong eru tey, sum hava fingið góða barlast frá tí samkomu, sum savnaðist í gamla Ebenezer – teirra millum Poul Johan Djurhuus og undirritaði, sum báðir vuksu upp í Havn. Minnini eru mong frá sunnudagsskúlanum, bíbliuklassanum, inni- og útimøtum, nýggjársveitslum, útferðum og øðrum tiltøkum, sum fóru fram á barna- og ungdómsárum okkara. Okkurt av tí, vit mintust, varð havt á lofti, tá vit hittust hesa løtuna á páskum og vóru í gamla salinum – einaferð enn.
Nú hevur samkoman í Berøa fingið góðar og meiri hóskiligar karmar rundan um samkomuvirkið, og øll góð ynski fylgja teimum. Tíðin er komin at siga farvæl við gamla Ebenezer og Berøa eftir langa og trúgva tænastu.
Gomlu skriftsstøðini
Tó er okkurt varveitt, sum nú er sloppið við inn í nýggja Berøa. Gomlu, evangelisku skriftsstøðini, sum hingu í salinum í Havn í gomlum døgum, eru at síggja í gongini í nýggja salinum. Kanska ein áminning um, at orð Harrans aldri skal forganga, um so alt annað forgongur, men stendur fast í allar ævir. Ø.