Hvat kann heimurin tær geva
Um veturin 1970/71 varð byrjað við midnáttarsamkomum í Ebenezer í Havn. Hvørt fríggjakvøld leitaðu mong ung inn í Ebenezer fyri at fáa ein drekkamunn – mong teirra komu beinleiðis úr dansihølum í býnum. Á hesum samkomum varð sungið, samtalað og vitnisburðir bornir fram. Skarin var til tíðir heilt stórur.
Sangurin “Hvat kann heimurin tær geva” varð skrivaður í samband við eina ólavsøku, og Sangbrøður framførdu hann á midnáttarsamkomu í Ebenezer.
Upptøka var gjørd av sanginum, sum so kom við á eini útgávu hjá EVR – fyrst á kassettubandi og síðani á fløgu. Sangurin er nr. 1441 í NSGF.
Hvat kann heimurin tær geva, ungi vinur,
tú, sum eftir lívi, lukku leita man?
Eftir stuttleika og spenningi tú strembar,
men er hjartað vorðið trygt í tí, tað fann?
Kanst tú hyggja fram mót hvørjum nýggjum degi,
óttaleysur ganga fram hvørt lívsins stig?
Á, eg spyrji: „Hvat kann heimurin tær geva,
hevur hann tær givið nakran sannan frið?“
Nei, einans Jesus, hann kann geva
sanna gleði, lív og frið
og kann birta ljós í tíni myrku sál.
Kom til hann, og tú skalt kenna,
at hann er við tína lið
og trygt teg føra vil á mál.
Hvat kann heimurin tær geva, ungi vinur?
Einans vónbrot, sorg og sút hann veitir tær.
Mangur ungur, sum av honum læt seg blinda,
syrgin mátti sanna, at hann svikin varð.
Men um tú tær venda vilt til Harran Jesus,
Hann skal frelsa teg í hesi somu stund,
og ta gleði, sum títt hjarta tráar eftir,
tú frá honum fáa skalt í lív og lund.
Tí einans Jesus, hann kann geva sanna gleði, lív og frið
og kann birta ljós í tíni myrku sál.
Kom til hann, og tú skalt kenna, at hann er við tína lið
og trygt teg føra vil á mál.
Orð/lag: ØB