Andrew fimti ár
Í dag, 20 desembur 2021, eru fimti ár, síðani Andrew, frumborni sonur okkara, varð føddur á Landssjúkrahúsinum í Havn. Vit búðu tá í Leivsgøtu “úti í Grønlandi” – sum vit søgdu tá. Í dag býr Andrew í Ganløse – umleið ein kilometur hiðani – saman við konu síni, Saru, og børnunum Evu, Miriam, Noah og Lydiu. Elsta dóttirin Hannah er umborð á OM-skipinum Logos Hope.
Andrew hevur saman við Saru eina pastorala uppgávu í Skovlunde Frikirke, sum liggur einar 15 kilometrar hiðani. Hann hevur samband við nógv fólk, bæði yngri og eldri, og av og á vitjar hann í Kristnastovu, sum fyrr var hansara heim, bæði andaliga og tímiliga.
Tá ið Andrew varð føddur í Havn, lá mamma hansara á Lanssjúkrahúsinum í fleiri dagar, meðan jólahugnin eisini breiddi seg úti á føðideildini. Hon kom at hugsa um føðing Jesusar, og hvussu nógv torførari umstøður, Maria hevði, tá Jesus varð føddur. Hon festi tankar niður og tað gjørdist eina óbundna yrking á enskum.
Eg umsetti hana einaferð til føroyskt, og var so framligur at spyrja Ingálv av Reyni um hann kundi gera onkra tekning til hana. Ájú – hesum játtaði tann stóri, altíð lítiðlætni og vinarligi listamaðurin. Og so fór yrkingin í blaðið Boðberan saman við tekningunum. Niðanyri sært tú avrit av yrkingini.
Fimti ár eftir føðingardagin fyri jól í 1971 eru vit inniliga takksom fyri okkara Andrew, og tað gleði hann veitir okkum og mongum øðrum. Vit ynskja honum, Saru og børnunum, signing og frið Immanuels – Gud við okkum.