Ebenezerkórið vitjar í 2022
Útisetar í Danmark fáa forvitnisliga sangvitjan úr Føroyum í komandi ári. Sum skilst, hevur Sangkórið í Ebenezer í Havn ætlanir um at vitja her í døgunum 20 – 29. mai í 2022.
Byrjað verðuri í Jyllandi, har kórið fer at syngja í fleiri býum m.a. í Hirtshals. Eisini leggja tey leiðina um Odense á veg til Keypmannahavn, har tað eisini vera sangløtur skipaðar við kórinum. Skráin er ikki fastløgd enn, men tað fara vit at koma aftur til seinni.
Ebenezerkórið hevur stundum verið á uttanlandaferð við sangi teirra, men ongantíð vitjað her í Danmark. Tó var ein sangløta á Norðuratlantsbrygguni í 2011, tá kórið skuldi víðari á ferð til Ísraels.
Seinast, eitt kór frá føroysku samkomunum var á vitjan í Danmark, var eisini í 2011, tá Siloakórið úr Fuglafirði var á stuttari ferð í Danmark.
Myndin til høgru er tikin í Ebenezer, meðan myndin niðanfyri er tikin undir Ísraelsferðini, har kórið er statt uppi á Oljufjallinum – við útsýni yvir Jerusalem.