Hugarensl frá ferð til Onglands í 1972.
At ferðast úr Føroyum til Onglands í sjeytiárunum var ikki so einfalt, sum tað er í dag. Tað verður ein mintur um gjøgnum eitt bræv, eg kom fram á nú ein dagin. sum eg skrivaði á sumri 1972 og sendi heim til foreldur míni á Dalavegnum.
Hetta er tíðliga á sumri hetta árið, at vit skuldu fara til Danmarkar fyri at vera við í evangeliska verkinum í Operation Josva. Fyrst skuldu vit tó til Onglands fyri at vera saman við familjuni hjá Susan. Saman við lítla syni okkara, Andrew, sum var hálvt ára gamal, varð kós sett úr Vágunum til Heathrow Airport uttan fyri London – tó við fleiri millumlendingum.
Bræv mítt er skrivað 14. juni 1972 til familjuna heima, har eg greiði frá, hvussu vit lendu á fýra ymiskum flogvallum, áðrenn vit endiliga komu til Heathrow Airport. Fyrst varð farið til Kirkwall í Orkneyoyggjunum, síðani til Wick, haðani til Inverness og so til Glasgow í Skotlandi – fyri umsíðir at koma haðani til Heathrow Airport. Í brævinum skrivi eg, at “vit skiftu flogfar í Kirkwall, fóru í eitt, sum var eitt sindur størri, sum millumlendi í Wick og Inverness, áðrenn vit komu til Glasgow. Men tá vóru vit so flutt í eitt stórt jetflogfar, sum mundi taka tað mesta av 100 fólkum, um ikki meira. Munurin millum lítlu flogførini og tað stóra flogfarið í Glasgow kendist stórur, tí tað var “sum at fara úr einum barnavogni upp í ein Toyota Crown”. Her kann eg skoyta uppí, at eg hevði arbeitt hjá Rósing Rasmussen, so eg kendi Toyota bilarnar.
Steðgurin í Inverness
Um steðgin í Inverness stendur í brævi mínum, at “Susan fór fyrst í Cafeteria at fáa sær okkurt at drekka, meðan eg passaði beiggjan (Andrew). Síðani fór eg og keypti mær eitt glas av juice og settist við eitt borð. Við eitt síggi eg í fólkarúgvuni tvey kend andlit. Tað vóru Leslie Randall og konan. Hann fekk eyga á meg og segði við konuna: “Tað skal vera merkiligt, um hatta ikki er Øssur”. Leslie Randall var prædikumaður, sum ofta vitjaði í Føroyum, stundum saman við konuni, Jean, so vit kendust. Eg skrivi víðari, at “Eg kundi merkja, at hann var nokk so veikur. Hann livir ikki gott enn og skal passa upp á seg. Hann kemur til Føroya einaferð í summar, men heldur ikki, at hann fer at tala nógv”. Haldi meg minnast, at hann hevði havt hjartatrupuleikar.
Eftir drúgva ferð komu vit til Heathrow Airport, har mamma Susan og onnur tóku væl ímóti okkum. Vit steðgaðu nakrar vikur í Onglandi og síðani var farið til Danmarkar, har vit skuldu búsetast uttan fyri Odense, har Operation Josva helt til. Í eitt ár fór hetta at vera tilhaldsstað okkara.
Og so kann leggjast tað aftrat, at Leslie Randall andaðist 62 ára gamal undir eini ferð í Føroyum fýra ár seinni. Hann fekk ein tilburð Ólavsøkuaftan 1976, beint eftir at hann hevði talað á útimøtinum uttan fyri Ebenezer. Henda tala gjørdist sostatt hin seinasta hjá hesum væl lídda evangelisti og føroyavini, sum so brádliga varð fluttur heim til Harran. Ø.