Hvussu long tíð er tað
Mosie Lister, sum livdi í tíðarskeiðnum 1921 – 2015 var pastorur innan baptistarnar í USA. Ivaleyst er hann tó mest kendur fyri sínar vøkru og talandi sangir. Nakrir teirra eru týddir til føroyskt, teirra millum “How long has it been”.
Sanghøvundurin sigur soleiðis frá bakgrundini til sangin: Eg vaks upp í einum kristnum heimi og varð lærdur at at biðja, tá farið var í song. Tað kom til mín ein dag, at tað eru ivaleyst mong, sum eru vaksin upp við við líknandi upplivingum frá barnaárum. Mosie Lister hugsaði um ,hvussuleiðis hann við einum sangi kundi minna slík aftur á barndómsdagar, og tær bønir, sum stigu upp til Harran tá. Hetta gjørdist til nakrar spurningar, sum skundisliga vórðu festir niður i orðum og tónum. Longur eftir umleið tíggju minuttum varð sangurin vorðin til.
Hesin vakri, talandi sangur hevur ivaleyst talað til mong – eisini heima í Føroyum – og spurningarnir, hann spyr, eru aktuellir fyri okkum øll enn í dag.
Sangurin varð umsettur umleið 1970 og fyrst sungin av Sangbrøðrum, men finst nú á fleiri fløguútgávum.
Hvussu long tíð er tað,
síðan tú lást á knæ,
fyri Jesusi opnaði hjartað,
og tú rópti á hann,
inntil myrkrið burt svann,
og tað lýsti av degi tá .
Á, tú minnist ta tíð,
tá tín sál var so frí,
og so óspilt og reint var títt hjarta .
Sig mær, gloymdi tú hann,
tann vinin, tú fann,
sum tú talaði við hvønn dag .
Einki var tær so ríkt,
sum tá lív títt var vígt
til Jesus og Jesus aleina,
men so kom okkurt inn,
so títt hjarta og sinn
ikki brendu í tær sum fyrr .
Men nú býður hann tær,
at tú koma skalt har,
sum tú fyrr plagdi við hann at tala .
Kom í samband við hann,
tann vinin, tú fann,
sum teg elskar og er tær nær .
Orð: Mosie Lister Týtt: ØB