Gevandi løtur á heystlegu
Árið 2020 var fyrsta árið síðani 1976, at eingin lega var hildin, sum Kristnastova skipaði fyri. Hetta komst av koronafarssóttini, sum merkti alt árið í fjør. Men í ár eydnaðist aftur at savna eina fjøld av fólki á legu á Nordsjællands Efterskole í døgunum 21 – 24. oktober. Næmingarnir á skúlanum eru í heystfrí um hetta mundið, og tað ger tað møguligt hjá okkum at leiga hølini um hesa tíðina. Soleiðis hevur verið síðani 2002, tá legan varð hildin har á fyrsta sinni.
Legan í ár savnaði yvir 100 fólk, og ymist fór fram hesar dagar. Dora og Niels Pauli vóru við á leguni saman við børnum sínum Sigrid, Andrias og Kristinu. Tey fluttu til Føroya í fjør, men Niels Pauli hevur vitjað av og á, og hesaferð hevði hann ábyrgd av bíbliutímunum, har hann talaði út frá Ezra og Nehemias í Gamla Testamenti. Hetta vóru sera gevandi og viðkomandi bíbliutímar, sum ivaleyst góvu okkum øllum nakað at hugsa um. Annars vóru samkomur við lovsangi, vitnisburði og løtur fyri børnini. Eisini var ein serstøk tilbiðjanarløta við breyðbróting leygarkvøldið, har Helgi Johannesen úr Klaksvík hevði eina góða áminning í tráð við tað, sum fram varð komið. Lovsangurin ljóðaði við megi í høllini hetta kvøldið.
Nøkur fólk vóru komin úr Føroyum fyri at vera í køkinum og standa fyri matgerð og drekkamunnum, sum hoyra til eina slíka legu – og tað var ein góð samfelagshond at fáa. Fólk hugnaðu sær óført hesar dagar, bæði inni og úti. Samanumtikið gevandi dagar í góðum samfelag, har Harrin talaði við orði sínum.