Dannebrog og bøn á ríkinum
Tá eg var uttan fyri Ríkissjúkrahúsið nú um dagarnar, legði eg merki til mongu donsku fløggini, sum hingu ymsastaðni á bygningunum. Og tað er ikki ringt at gita hví. Nakrar fáar hundrað metrar haðani er “Parken” har danska landssliðið hevur leikt fleiri EM-dystir. Eisini hevur ein av bestu leikarunum á danska landsliðnum, Christian Eriksen, verið innlagdur á “ríkinum” – sum tað ofta verður kallað nillum manna – og sum skilst hevur hann tað gott nú. Tað hevur eisini verið nevnt í miðlunum, at fleiri hava biðið fyri honum.
Fyri nøkrum árum síðani las eg grein í Kristeligt Dagblad, skrivað av einum av prestunum á Ríkissjúkrahúsinum, sum segði, at ein kanning á hesum sjúkrahúsi har hevði sýnt, at 62 procent av øllum, sum lógu inni, vóru biðjandi. Presturin kundi sostatt koma til ta niðurstøðu, at “62 procent ligger og beder i dette hus, som i princippet gør Rigshospitalet til byens største bedehus.”
Áhugavert má sigast – hóast vit ikki fáa at vita, hvønn biðið verður til. Eg trúgvi tó, at tey eru mong, sum kallað á Harran, tá sjúka og royndir koma á leið teirra. Ø.–