Leið meg til klettin
Frá enda jarðarinnar rópi eg til Tín, meðan hjarta mítt ørmaktast. Leið meg til klettin, sum er hægri enn eg! Sálm. 61,3
Tað stendur ein stórur klettur uttan fyri eini gomul hús niðri við Rættará í Havn. Vit, ið vóru smádreingir í fimmtiárunum og búðu har í grannalagnum, høvdu til fragd at klúgva upp á klettin – sum vit eisini kallaðu hann. Tíðin er farin, og nógv er broytt í Havn, men kletturin stendur framvegis har, sum hann stóð áður – stórur og tignarligur, meðan nógv annað í nánd er broytt og farið í søguna.
Í Sálmunum í Gamla Testamenti umtalar Dávid kongur ofta Harran sum ein klett. Hann brúkar onkuntíð orðini “klettur hjarta míns” um Harran. Dávid dugdi jú bæði at syngja og spæla hørpu, men viðhvørt fara tónarnir í moll. Hann kennist hugtungur og kroystur av støðuni, sum er íkomin. Í Sálmi 61 sigur hann seg vera við “enda jarðarinnar” – hvat og hvar tað so er. Men hann kallar á Harran, sum hevur verið klettur hansara heilt frá ungum.
Dávid møtti á yngri árum einum kappa, sum var munandi størri enn hann sjálvur – nevniliga Goliat filistara. Og tá megnaði tann minni maðurin at fella hin størra í navni Harrans. Men her er støðan ein heilt onnur – her hjálpa eingi vápn ella menniskjalig styrki. Dávid kennir seg nú sum hin minna mannin, og andin er merktur av máttloysi. “Leið meg til klettin, sum er hægri enn eg” er bøn Dávids.
Viðhvørt kenna vit okkum at vera við enda jarðarinnar. Tyngjandi viðurskifti í lívi okkara níva og føra til máttloysi – andaliga og likamliga. Eins og Dávid treingja vit til ein klett, ið er størri og hægri enn vit sjálvi. Tað góða er, at hin sami Gud, sum stóð undir lið Dávids, vil eisini vera hesin klettur okkara, sum vit kunnu fara til í øllum lívsins skiftandi umstøðum.
Sálmur 61, sum byrjar við hugtungari bøn, endar við lovprísan og ljósum tónum. Trúgvin og ákallanin á Gud gera sítt verk í sálini, so at skuggarnir og mótloysið hvørva og verða avloyst av trúgv og vón. Harrin veitir tænara sínum nýggja styrki og kraft, so at sinnistyngdin svinnur, og Dávid fer at prísa Harranum. Hann kennir seg tryggan aftur í hinum æviga kletti.
Kennir tú teg lágt staddan í løtuni – ger sum Dávid. Kalla á Harran! Hann vil vera klettur tín, ið skal halda tær uppi. Hann kann broyta eitt neyðarkall til lovsang.
Faðir í Himli – takk fyri, at tú ert klettur mín, har sál mín kann finna hvílu! Takk fyri tey dýru lyfti, tú hevur givið mær í tínum orði! Hjálp mær at minnast, at máttur tín altíð er størri enn tað, eg megni! Í navni Jesusar, amen.
Tað er tryggari at vera við Kristusi í ódnini enn í lognini uttan Hann.
– kelda ókend.
— Úr bókini “EIN DAG Í SENN”