Tá Luis Palau vitjaði í Keypmannahavn

Hósdagin 11. mars andaðist evangelisturin, Luis Palau, 86 ára gamal, eftir at hava verið sjúkur seinastu 3-4 árini. Hesin kendi evangelistur, sum var ættaður úr Argentina, var á vitjan í Føroyum og í Danmark í 1988, og møtirøðir hildnar, fyrst í Havn og síðani í Keypmannahavn. Hesar vitjanir vóru lívgandi og signingarríkar.
Nógvar evangeliskar samkomur og kirkjur stóðu saman um møtirøðina í Keypmannahavn, sum varð hildin í stóra fundarhølinum í Forum. Eisini vit í Kristnastovu vóru við og somuleiðis Brøðrasamkoman, sum tá helt til úti við Brønshøj Torv. Eitt stórt kór sang øll kvøldini, og fleiri túsund fólk  hoyrdu evangeliið eisini gjøgnum sjónvarpsstøðina KKR.

Eisini vit fingu orðið á Luis Palau á somu sjónvarpsrás, har eg gav honum høvi at bera eina heilsan til føroyskar útisetum, og tað vildi hann fegin. Hann var jú nýliga komin úr Føroyum. Og so kom heilsanin til landsmenn okkara, sum  eisini kom at standa í blaðnum Boðberin. Luis Palau minti okkum m.a. á bakgrund okkara og segði:
Tit eru signað við einum veldigum arvi. Tit eru eitt sterkt fólk, sum hevur barst móti náttúrukreftunum. Tá ið forfedrar tykkara fóru til útróðrar, sungu teir sálmar, og tá ið teir komu aftur í øllum góðum, sungu teir aftur onkran sálm. Hetta er ein arvur, sum tit ikki mugu vanvirða.”
Stevnan í Keypmannhavn savnaði fleiri túsund fólk, og mong fóru fram til samrøðu og forbøn og játtaðu trúgv á Jesus. Hetta vóru dagar við góðum samfelag við Harrans fólk. Evangeliið varð talað við megi, fólk vórðu vunnin fyri Harran, og hetta hevði eina góða og samansjóaða ávirkan á samkomulívið í Keypmannahavn.
Vit minnast hendan tænara Harrans við takksemi, nú ið hann er komin heim eftir trúfasta tænastu í kunngerðini av evangeliinum í mongum londum. Á heimasíðu hansara standa hesi sera hóskandi orð um Luis Palau:  A life devoted to the good news of Jesus.  Eitt lív halgað gleðiboðskapinum um Jesus.                                                                      Ø.
                                                       

Undirritaði fekk til uppgávu at enda fyrsta møti í Forum við bøn og er á palli saman við samkomuleiðarum, prestum og øðrum – Lui Palau situr mitt fyri.

 

“If I could challenge you in one way right now . . . as I face eternity and you continue on . . . it would be this: Never let the fire of evangelism fade.”           
                                                                              Luis Palau

 

You may also like...