Hví brúka móðurmál?

Móðurmál er hjartans mál, verður stundum sagt – og satt er tað. Tí er umráðandi at umseta bíbliuna til mongu og ymisku tungumálini í heiminum. Hetta verður eisini undirstrikað av tí, sum sagt verður á heimasíðuni hjá New Tribes Mission Føroyar, har omanfyri standandi spurning verður umrøddur. Hetta er í sambandi við tað umsetingarverk, sum hesin felagsskapur ger millum nógvar ættarbólkar í heiminum. Á føroysku heimasíðuni stendur:
Ein spurningur sum vit ofta fáa er: Hví velja vit at arbeiða á móðurmálinum sum fólki vit arbeiða ímillum tosar? Stutt sagt: Tað er tað sum gevur mest meining. Orð Guds er ætlað hvørjum einstøkum persóni, og ætla at geva meining. Fyri okkara tilvitsku, fyri hvussu vit skilja heimin vit liva í.
Tá roynt verður at læra djúpar sannleikar á øðrum ella triðja máli, er stórur vandi fyri at partur av týdninginum dettur burtur. Boðskapurin er ikki líka lætt skiltur, og hevur ikki somu tyngd.
Víst verður á eina videoupptøku, sum NTM í Papua Ný Guinea hevur gjørt.  Hon kann síggjast her

 

You may also like...