Ein møtitúrur í Suðuroy – 50 ára minni

Sólborg

Ferðaliðið vitjar í Sumba. Í fremru røðini síggjast Meta og Anna, Tove, Susan, Leivur (Guttesen) Beinta og Eiler. Í aftaru røð: Petur Oluf, Jóhanna Maria, Dagbjartur, Finnleif, Svenning, Dánjal (á Dul), Gullak, Páll, Olaf og Leivur (Kjærbo). Nøkur, ið vóru við á túrinum í Suðuroy, vanta á myndini.

Á yngri árum mínum var tað ikki óvanligt, at trúgvandi skiparar, tá teir vóru heima, gjørdu møtitúrar t.d. úr Havn og Klaksvík, og samkomur kring oyggjarnar vórðu vitjaðar. Og so vórðu evangelisk møti hildin, har ið vitjað var.
Hesin túrurin, sum eg havi hug at nevna her, varð gjørdur fyri 50 árum síðani. Hetta var á vári 1971, at farið varð av Havnini við nótaskipinum Sólborg, sum Eiler Jacobsen átti, og hann var sjálvur við á túrinum saman við konuni, Beintu. Hetta var gjørt í einari vekingartíð millum tað unga fólkið, sum savnaðist í Bíbliuklassanum í Havn,  ið var eitt verk, sum Petur Háberg stóð á odda fyri. Og tað var eitt ynski at røkka longur út við evangeliska boðskapinum.
Soleiðis sum vit minnast túrin,  byrjaðu vit á Tvøroyri, og so var farið longur suður á oynni. Anna Djurhuus og Meta á Fløtum,  ið eru tvíburðasystrar og ættaðar úr Porkeri, vóru við á ferðini. Tær plagdu at syngja duettsangir í Bíbluklassanum og luttóku nú millum “teirra egnu” í Suðuroy. Meta veit at siga, at hetta var beint áðrenn páskir í 1971, og at ein páskastevna skuldi vera á Zarepta beint aftaná.
Hans Djurhuus úr Vági, sum í dag býr og virkar út frá Malta í Hirtshals minnist eisini hesa vitjan og sigur m.a.:

Sangbrøður syngja áðrenn fráferð úr Vági

“Eg minnist tíðiliga tá Sólborg kom inn eftir fjørðinum, tað er fyri mær sum um tit høvdu gøtumøti uttan fyri Digo (handil í Vági). Frá møtinum í Bethel minnist eg serliga upplivilsið at síggja og hoyra Sangbrøður, hevði bert hoyrt teir á plátu.”
Hans minnist eisini møtið, vit høvdu inni í samkomusalinum Betel, og at har vóru fleiri vitnisburðir at hoyra.  Møtið gjørdist drúgt, og vit skuldu jú ferðast norður aftur til Havnar, men Petur Háberg helt fyri, at um onkur ynskti at vera frelstur, so var hann vísur í, at Eiler hevði einki ímóti, at bíðað varð við at sigla.   

Felagsmyndin er tikin í Sumba, har vit helst hava havt eitt útimøti. Í skaranum sæst Leivur Kjærbo, beiggi Osvald, sum hevði handil í Sumba. Hinar myndirnar eru tiknar av Sólborg, áðrenn loyst verður frá landi eftir lokna vitjan. Millum fólkið á bryggjuni síggjast fleiri kend andlit, eitt nú Petur Háberg og Kári Hammer. Haldi meg minnast, at fyrrverandi løgtingsmaður Hemming Jespersen eisini var millum teirra, ið stóðu og lýddu á.
Hetta kendist sum ein hátíðarløta. Svenning Poulsen, sum hann æt tá, bar ein boðskap fram, og Sangbrøður sungu – og so var lagt frá landi. Eftir eina ferð við góðum samfelag millum brøður og systrar stevndi Sólborg norðuraftur til Havnar.   

Svenning talar fyri fjøld av fólki, sum er samankomin á bryggjuni í Vági

Fimti ár eru farin síðani hesa ferð, og fleiri teirra, sum síggjast á myndunum, eru nú heima hjá Harranum. Petur Háberg andaðist í 1984, tvíburðarnir Olaf og Dagbjartur Johansen, Eiler Jacobsen, Leivur Kjærbo og Árni Bass eru farnir síðani – og nú um ársskiftið fór Petur Oluf eisini brádliga.  Ein áminning í sjálvum sær um at okkara tíð her er avmarkað. Men so gerst ein eisini takksamur fyri minni sum hesi.
Og hvør veit – kanska ferðin, vit gjørdu í 1971 hevði týdning fyri onkran, sum hoyrdi sangin um Jesus og orðið um Hann.                               Øssur

 

 

 

 

You may also like...