At leiða í broytingartíðum
IBCM er eitt altjóða netverk hjá brøðrasamkomum kring heimin. Hesin felagsskapur skipaði fyri stórari stevnu fyri andaligar leiðarar í Róm í 2019, har fleiri føroyingar vóru við. Nú ið koronafarsóttin herjar í mongum londum, skipa teir í staðin fyri sokallaðum webinars fyri fólk í leiðslu. Hetta eru online-skeið við tí endamáli at vera til hjálp fyri leiðarar, hvørs tænasta er nógv skerd í hesum døgum.
Tann 29. januar var fyrsta kvøld, har online møti av eini røð, og hetta kvøldið var tað Andrew, sum tosaði út frá evninum “Leading in times of change”. Fleiri aðrir luttóku annars við viðmerkingum og spurningum. Sagt verður, at 230 fólk úr 29 londum fylgdu við hetta kvøldi. Ein av fyrireikarunum skrivaði, at “we were blessed by the response and by excellent feedback by the Brethren. We praise the Lord for being able to serve our community of churches”.
Tann 26. mars verður næsta online-møti, og tá verður tað Simon Marshall, sum fer at bera ein boðskap fram við evninum “Rediscovering layment”. Simon er kendur okkara millum, tí hann hevur føroyska konu og hevur búð í Føroyum í fleiri ár. Kona hansara Dorit, er ættað av Vatnsoyrum. Hjúnini búgva nu í Suðuronglandi og eru knýtt til missiónsfelagsskapin ECMI.