Stird orð

Veturin er yvir okkum, har dagarnir eru stuttir og náttin er long. Kuldin ger eisini vart við seg.  Tað gerst myrkari og kaldari enn, og tað ávirkar okkum øll – ikki minst tey eldru. Niðanfyri standandi yrking hjá Erlu er ein fangandi lýsing av hesum køldu og dimmu døgum.

“Verm meg, sól, eg eri fryst!”
stirda jørðin biður.
Fæ og fuglar eru tyst.
Sólin bara tigur,
gumpatung hon reisir seg
strevandi úr havi,
lítið meir enn kom uppfrá,
aftur søkk í kavið.

Mánin otar seg um fjørð,
boðaður til fundar,
skiljast tær so, sól og jørð –
báðar líka rundar.
Úti skreiða reyðdæmd børn,
sær hann, mánin hálvi.
Glerstoytt er um hyl og tjørn –
mánin lýsir hválvið.


Hann er nakað klænur enn,
bleikur har hann hongur.
Sova tey nú, kvinnur, menn –
seigliga hann gongur. – –
Náttin myrk var, drúgv og svørt,
roðin fram seg stríðir –
brádliga sæst sólin bjørt –
dagur er umsíðir!

Daga fram so fólk og djór
tysjandi um gøtur,
hoyrist margfalt fuglakór
aftur onkrar løtur.
Stutt er ljóst og leingi myrkt –
tykist, sum alt deytt er,
frostið hevur lív alt stirt.
Einaferð tó sprettur.

Doyr alt burt, sum følnaði?
Nei, vit vita betur –
Skaparin tað lovaði:
Vár er eftir vetur!
Einaferð hon leingjast fer,
ljósa tíð á vári,
kvaklast lív, mót sumri ber,
og sólin gyllir hárið.

                  Erla Berghamar desember 2019

You may also like...