Virkin í Skovlunde Frikirke
Gjøgnum Akurin hava Sara og Andrew skrivað tíðindabræv, sum er sent út í hesum døgum. Har skriva tey um arbeiði teirra í Skovlunde Frikirke, har uppgávurnar eru mangar og ymiskar og siga m.a.;
– Vit hava nú verið í Skovlunde Frikirke i sjey ár og eru fegin um at vera partur av hesi samkomu, hvør ynski er at vera eitt andaligt heim fyri øll ættarlið, bæði børn, ung, familjur og eldri fólk. Eg eri eisini fegin um, at Sara kann standa við lið mína í einum fulltíðarverki í samkomuni. Tað er eitt trúarstig, men vit merkja, at Gud er við.
Samkoman í Skovlunde
hevur havt ta gleði, at mong eru løgst aftrat seinastu árini, eisini tilflytarar úr øðrum londum. Og tí er hirðatænasta ein týðandi tænasta hjá Saru og Andrew:
– Vit arbeiða saman í umsorganar- og hirðatænastu og eru til taks fyri fólk, sum ynskja samtalu, ráðgeving og forbøn. Vit royna at hjálpa fólki, sum hava avbjóðingar í familjulívinum – vit gjøgnumganga Lukasar evangelii við ungum manni, sum nýliga er komin til trúgv – vit greiða frá boðskapi Bíbliunnar og evangeliinum um Jesus fyri eini kvinnu við New age bakgrund, og vit royna at vitja fólk, sum ikki hava eitt breitt sosialt netverk aftan fyri seg.
Málhjálp og felagsmáltíð
Fyri at hjálpa fólki, sum eru komin út øðrum londum, hevur ein sokallað “sprogkafé” verið í samkomuni einaferð um vikuna. Eisini hevur felagsmáltíð einaferð um mánaðan. Um hesi tiltøk verður sagt:
– Sprogkaféen hevur verið í yvir 5 ár, og vit hava framvegis samband við nøkur fólk, serliga frá Iran og India. Men tíat vit upplivdu, at færri fólk komu framvið, hava vit broytt navnið til samtalecafe, so fólk kunnu koma framvið, ikki bert fyri at fáa hjálp við málinum -men eisini av øðrum orsøkum. Korona hevur skert okkara sosiala virksemi nakað nógv, men vit gleða okkum aftur ein dag at kunna hava felagsmáltíð, har øll er vælkomin at vera við. Har plaga millum 70 og 90 fólk at luttaka, og ofta er umleið fjórði hvør ein persónur, sum ikki savnast við okkum. Tað er eitt gott stað at møta fólki og bjóða teimum til tiltøk í samkomuni.
Kristnastova
Tað hevur verið gott samband millum Sara og Andrew og samkomuna í Kristnastopvu, sum tey vitja av og á.
– Vit hava tey síðstu, nógvu árini notið gott av samfelagnum við Kristnastovu, og tað hevur verið ein gleði fyri okkum at vitja samkomuna við jøvnum millumbili. Dora og Niels Pauli hava verið trúfastir vinir, og vit sakna tey, nú tey eru eru farin heimaftur til Føroya, men vit ynskja teimum signing Harrans á leið teirra framyvir! Tað góða er, at vit eisini hava gott samskifti við nýggju fyristøðuhjúnini, Sólvá og Jákup Hansen, og vit gleðast yvir framvegis at kunna vitja í Kristnastovu og luttaka á møtinum fríggjadag og sunnudag, tá ið tað er brúk fyri tí. Í oktober fingu vit bæði høvi at luttaka á kristnastovustevnuni, og tala út frá tí stóra evninum “Hvussu liva vit í heiminum í ljósinum av teim síðstu tíðum.”
Tankar í koronatíðum
Tey koma eisini inn á tiltakið “Tanke og tro torsdag”, sum er eitt afturvendandi tiltak við einum viðkomandi evni. Móti endanum av tíðindabrævi teirra takka Sara og Andrew øllum teimum, sum hava staðið saman við teimum í verkinum á ymsan hátt og koma harftrat við hesum viðkomandi og aktuellum orðum:
– Mitt í eini frástøðu- sóttarhalds og avbyrgingartíð er tað gott at hugsa um Jesus og ta kraft Guds, sum var í Honum, og sum gjørdi, at hann kundi nema við tey sjúku, sum øll onnur máttu taka frástøðu til. Ein spedalskur maður, ein órein kvinna við støðugu bløðingum – bæði merktu hansara lekjandi hendur nema við tey og gera tey rein og smittufrí. Báðar frágreiðingarnar eru ein áminning um, at vit øll hava ta deyðiligu, smittsomu sjúku, sum eitur synd og hava brúk fyri einum frelsara, sum ikki er bangin fyri dálka sínar hendur, men torir at nema okkum við krossins fyrigevandi og reinsandi megi. Okkara ynski er, at menniskju, eisini í hesum frástøðutíðum, skulu uppliva nærveru Jesusar og frelsandi hond hansara í lívi teirra.