Andakt á Ríkissjúkrahúsinum

 

Kirkjurúmið á Ríkissjúkrahúsinum, sum tað sær út í dag – við stólum í góðari frástøðu

Gjøgnum farna summar er andaktin á Sjúklingahotellinum – vegna korona farsóttina – farin fram í túninum uttan fyri hotellið. Har hava vit havt nógvar góðar løtur. Men nú er so heystið komið, og tað er vorðið kaldari í veðrinum. Og tí er avgjørt at flyta andaktirnar yvir til Ríkissjúkrahúsið. Har er ein litil, men hugnaligur kirkjusalur, og prestarnir, ið eru knýttir til Ríkissjúkrahúsið vísa okkum  eisini stóra vælvild í hesum sambandi.
Fyrsta andakt var hósdagin 29. oktober kl. 16. Vit kunnu ikki syngja í felag og heldur ikki vera so mong vegna støðuna við koronu.. Kortini fingu vit eina góða løtu saman hendan hósdag seinnapart, har Orðið varð borið fram, sangir upplisnir og spældir vóru nakrar klavertónar. Hósdagin aftaná hevði so føroyski presturin andaktina.    
Støðan er í løtuni so merkt avskerjingum vegna korona, at vit mugu bara fegnast um teir møguleikar, vit hava og biðja Harran um hjálp og signing Hansara, sum vit framvegis hugsa um tey sjúku og teirra avvarðandi.

Sangur um jóltíðir í kirkjurúminum á Ríkissjúkrahúsinuum við fólki úr Kristnastovu. 

Leggjast kann so aftrat, at vit hava áður havt einstøk tiltøk í litla kirkjurúminum á Ríkissjúkrahúsinum. eitt nú tá vit høvdu vitjan av Siloakórinum fyri nøkrum árum síðani, og eisini hava vit onkuntíð havt eitt tiltak um jóltíðir, sum hendan eina myndin sigur frá. 

You may also like...