50 ár síðani Logos varð keypt

Logos – fyrsta skipi hjá OM

Tann 15. oktober vóru 50 ár liðin, síðani missiónsfelagsskapurin OM keypti gamla ferðamannaskipið Umanak og gav tí navnið Logos. Hetta var í 1970, og árið eftir fór skipið fyrstu ferð sína til India.
Tveir føroyingar vóru við fyrstu árini við, og teir vóru Tummas Jacobsen úr Søldafirði og Eirik Gunnarsson úr Havn. Aðrir komu aftaná, og síðani hava nógvir føroyingar verið við teim trimum skipunum hjá OM, sum hava siglt kring heimin við gleðiboðskapinum, framborin í vitnisburði, lesnaði og tænastu millum ymisk, tørvandi fólkasløg. 
Tey 17 árini, Logos var nýtt í evangelisku tænastu OMs, sigldi tað 230.335 sjómíl og vitjaði 408 havnir (255 ymiskar havnir) í 108 ymiskum londum. Sagt verður, at heili 6,5 milliónir fólk vitjaðu umborð á Logos. Logos vitjaði í Føroyum í 1983, og tað var ein lívgandi vitjan.  Føroyingar høvdu eitt serligt tilknýti til hetta skip, sum áðrenn keypið æt Umanak og var ogn hjá “den kgl. grønlandske handel”, og tað hevði mangan ført føroyskar sjómenn millum Føroyar og Grønland.
Hin 4. januar 1988 fór Logos úr Ushuaia í Argentina. Býurin liggur í smala Beagle-strætinum millum Argentina og Chile, eitt stræti fult av smáum og duldum skerum. Í ringa veðrinum 
sigldi Logos á eitt av duldu skerunum. Hóast veðrið var sera vánaligt, var øll manningin, 141 fólk, bjargað. Logos stendur enn á skerinum, tó illa tært av harða veðurlagnum har suðuri.

Logos Hope – her við bryggju í Køge

OM keypti seinni eitt størri skip, sum fekk navnið Doulos, ið var í sigling í mong ár. Nýggjasta skipið í flotanum hjá OM er Logos Hope, sum føroyingar eisini hava eitt tilknýti til, verandi okkara gamla Norrøna. Skipið er í løtuni í Bahamas. Endamálið við vitjanini har er at veita eina hond við neyðhjálpararbeiði eftir tær herviligar ódnir, sum hava rakt Abaco-oyggjarnar. Tríggir føroyingar, Sámal Rasmussen, Eirikur og Betty Lauritsen, eru umborð á skipinum í løtuni.

Kelda: OM Føroyar

 

 

 

You may also like...