Hugleiðing á pápadegi
Í samband við pápadagin 5. juni, hevur Erla systir skrivað hesa grein um pápa okkara, Sigurd Berghamar, sum hon hevur lagt út á facebookvanga sín. Greinin kann eisini lesast her:
“Nu ser vi det bedre hvor meget vi har og takke deg for kjære trofaste far,” ljóðaði norski kvøðuljómaslagarin hjá Ritu Engebretsen & Helge Borglund úr “Frem fra glemslen”.
“Fátt er sum faðir” – men ofta var hann í bakgrundini. Luturin hjá okkara pápum var øðrvísi enn hjá pápum í dag, nú roynt verður at javnseta mammur og pápar í odd og egg. At tað ikki altíð eydnast so væl, er ein onnur søga.
Teir stríddust, og tað gjørdu mammurnar eisini. Hvør á sínum fronti, tær við hús. Pápar stríddust úti úr heiminum, fyri húsum, fyri mati og klæðum, fyri vælferðarsamfelagnum, vit hava í dag.
Og stríddist, tað gjørdi eisini pápi okkara. Altíð í sving. Morgunmaður, og um sumrarnar møtti hann til arbeiðis einar tveir tímar fyrr, enn hann átti. Nakað skerdur í orku, so við hús mátti hann hvíla seg eina ferð ella tvær gjøgnum dagin. Skerdur av tuberklunum, sum høvdu rakt tríggjar ferðir, og mátti ansa sær fyri strongd og krímsjúkum. Men annars altíð í sving, og ofta hevði hann meir enn eitt arbeiði. Tá ið hann gavst á Esso fyri aldur, fór hann at arbeiða á aðrari skrivstovu, á einum av reiðaríunum, og har var hann í fleiri ár. Síðan settist hann at skriva bíbliuorðabók. Og tá ið hon var útkomin í 1985, tá ið hann var 74 ár, fór hann í holt við næstu bókina, um William Sloan og fyrstu brøðrasamkomurnar í Føroyum. Hon kom út í 1992, tá ið hann var 81.
Heldur ikki á Sanatoriinum í Hoydølum vóru tey tuberklasjúku, sum orkaðu so frægt, arbeiðsleys. Eg meini, at hann lærdi at binda bøkur inn har. Og tekningina gjørdi babba av pápa sínum, sum hann ikki slapp at fylgja til gravar, tí hann aftur bleiv innlagdur við tuberklum. Tekningin er so mikið góð, at helst er spell, at hann ikki gjørdi meira við tað. Hann hevði evni á so mongum økjum. Abbi bleiv ikki meir enn 66.
Hesum lætta og lættsinta manni, sum var merktur av sjúku fleiri ferðir í lívinum, honum untist kortini at gerast 92 ár. Hann fór frá okkum á sumri í 2003, á Lágargarði, har bæði foreldur okkara livdu síni seinastu ár, tó ikki í senn. Hon fór longu í 1994.
Sagt verður, at fatanin av tínum himmalska faðir hongur ofta saman við fatanini av tínum jarðiska. Vit høvdu so sera mildan pápa, og eg haldi, hann hevði farið gjøgnum eld og vatn fyri síni børn. Vit ivaðust ongantíð í, at hann var á okkara síðu.
Einar tvær ferðir í Nýggja Testamenti stendur henda áminning til pápar: “Eggið ikki børn tykkara til vreiði”. Sumt skilja vit ikki fyrr enn seinni, og hesi orðini skilti eg ikki, fyrr enn eg sá, at tað finnast harðligir pápar og pápar, sum øsa síni børn og skumpa tey frá sær. Eg dugdi ikki at skilja hesi boðini, tí tað var so langt frá tí milda pápa, vit sjálv høvdu. Hann var bráur og bragdligur av lyndi, men var mildur við okkum børn og kundi eisini vera sera tolin, ikki minst við mammu. Teirra sínámillum kærleiki og eymleiki var ein fyrimynd, og uttan nakran iva mundi felags søgan við sjúku, sakni og stúran eiga sín lut í tí.
Trý av ørindunum í norska pápasanginum siga so:
Det synges og tales så ofte om mor,
javel hun fortjener hvert eneste ord,
om far man så ofte ei sunget jo har,
så derfor en vise vi synger om far.
Nu ser vi det bedre hvor meget vi har
og takke deg for kjære trofaste far,
hvor meget du utsto av slit og av savn
de kjære i hjemmet til glede og gavn.
Gud signe og lønne deg strevsomme far,
din kjærlighet var det som løftet og bar,
og synes oss veien nu sikker og trygg,
da skyldes det deg og din bøyede rygg.
– Erla Berghamar