Lennox við forvitnisligari bók

John Lennox á pallinum undir stevnuni í Róm

Týsdagin 2. juni gevur KFS bókina “Hvar er Gud í einum heimi við Koronavirusi?” út!  Tað boðar heimasíðan hjá Leirkerinum frá og sigur, at forlagið eisini fer at selja hesa bók. Hon verður til sølu á nethandlinum hjá Leirkerinum.
Víðari verður sagt: „Ongin í vesturheiminum hevur eina greiðari og vísari rødd enn John Lennox. Øll tey, sum hava hoyrt deyðseingilin flúgva um heimin og eru steðgað á at hugsa, áttu at lisið hesa bókina.
Vit liva í einum heilt serstøkum tíðarskeiði, ið fer at hava stóra ávirkan á okkara framtíð. Uttan mun til hvørja heimsáskoðan ella trúgv vit hava, so er nógv av tí, sum vit mettu at vera púra vist og trygt, ikki soleiðis longur. Um tú ert kristin ella ei, so er koronavirusfarsóttin ørkymlandi og ger okkum ótrygg. Hvussu kunnu vit hugsa gjølla um hetta, so at vit fara at klára okkum ígjøgnum kreppuna?
Í hesi stuttu og tó djúpu bók viðger ein professari á universitetinum í Oxford koronavirusið í ljósinum av ymiskum heimsáskoðanum. Hann vísir á, hvussu kristna heimsáskoðanin ikki bert hjálpir okkum at skilja støðuna, men eisini bjóðar okkum eina veruliga vón at halda fast í.”

John Lennox saman við nøkrum av føroyingunum, sum vóru við í Róm

Her kann eg so leggja aftrat, at vit vóru nógvir føroyingar, ið hoyrdu John Lennox á stevnu í Róm í fjørð, og tað er eyðsæð, at hesin maður er ein týðandi rødd í okkara tíð.                                                                                                                                       Ø.

 

You may also like...