Gamlar gøtur
Tað var um heystið 1973, at byrjað varð at savna føroyskar útisetar á Oxford Allé á Amager. Í 1998 vóru sostatt 25 ár liðin, síðani hetta verk sá dagsins ljós. Í tí sambandi varð skipað fyri eini legu fyri fyrrverandi útisetar á Zarepta á Vatnsoyrum. Hendan legan savnaði væl av fólki saman, har høvi varð at hyggja afturá og minnast tíðina, sum farin var, syngja saman, luta tankar, myndir, royndir og fáa nakrar áminningar frá Orðinum. Í hesum sambandi varð sangurin “Gamlar gøtur” skrivaður.
Teksturin hevur íblástur úr Jeremiasar bók 6,16, har sagt verður “Spyrjið um hinar gomlu gøtur – spyrjið, hvar leiðin liggur til hitt góða”.
Sangurin var sungin við fleiri skiftandi solorøddum hjá fólki, ið høvdu búleikast í Danmark og vóru komin heimaftur. Upptøkan her er tikin undir stevnuni. Blaðið Boðberin, sum Kristnastova gav út um hetta mundið, hevði grein um leguna á Zarepta, og her er so eitt kut við myndum frá greinini.
Ì hesum koronatíðum fáa vit ikki gingið á teim gomlu gøtum, sum vit plaga og tó – Harrin kann gera sítt framhaldandi verk í okkum – júst har, ið vit eru stødd. Øssur
NB! Niðanfyri her kanst tú hoyra upptøkuna frá 1998 av sanginum “Gamlar gøtur”.