Hin líðandi Messias
Tá ið eg var smádrongur, var eg mangan drigin at hesi myndini, sum hekk í stovuni hjá ommu míni í Havn. Onkunsvegna so greip hon mítt barnahjarta, hvørja ferð eg vitjaði Ommu. Myndin er av tí tornakrýnda Kristusi. Niðast til vinstru á myndini stendur JW, sum merkir Jógvan Waagstein, ið var ein kendur føroyskur listamaður og lagskrivari. Men so hevur Waagstein eisini skrivað “efter Reni”. Hvør var so Reni? Jú, eg havi so funnið út av, at hann var úr Italia og æt Guido Reni og var kendur listamaður, sum livdi í tíðarskeiðnum 1575-1642 . Helst hevur Waagstein verið hugtikin av listaverki Renis og tí gjørt sína egnu útgávu av myndini, sum nú hongur í heimi mínum.
Nú er tað so, at eingin okkara hevur sæð frelsaran við likamligu eygum okkara. Men, soframt vit trúgva á Kristus, eru okkara innaru, andaligu eygu latin upp, so vit kundu síggja hann, líðandi og doyggjandi á krossinum fyri okkum. Og tað er okkum nóg mikið.
Viðhvørt kunnu fysiskar myndir tó eisini tala. Til dømis verður sagt um týska greivanum Zinsendorff, sum seinni gjørdist ein andaligur slóbrótari innan eina vekingarrørslu, at hann kom inn á eina listaframsýning og sá har ein málning við Jesusi á krossinum. Undir málninginum stóðu orðini: “Alt hetta gjørdi eg fyri teg, hvat hevur tú gjørt fyri meg?”. Sagt verður, at Zinsendorff varð so gripin av tí, hann sá, at hann boygdi síni knø har framman fyri málninginum og yvirgav seg til Harran Jesus. Og hann gjørdist eitt satt vitni fyri frelsara sín.
Sami Zinsendorfff hevur skrivað ein sang, vit ofta syngja á møtum okkara og er nr. 149 í Nýggju Songbók, sum m.a. hevur hetta ørindi:
Tá eg av foldum hevjist hátt
til bústað mín í Himli brátt,
tá verður hetta verja mín:
Jesus, títt blóð og rættferð tín.
Zinsendorff skilti líðing og deyða Kristusar og sá seg æviga reinsaðan og vardan av blóði hansara.
Eingin hevur tó teknað eina meiri talandi mynd av hinum líðandi Messias enn Esaias profetur, sum livdi 700 áðrenn Kristus. Hetta var tó ein øðrvísi mynd, tí hon var latin í orð, sum Andi Guds gav profetinum at siga, sum vit nú kunnu lesa í Esaiasar bók 53. Teirra millum hetta elskaða og ofta citeraða orðið “Hann var særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara. Straffin varð løgd á Hann, fyri at vit skulu hava frið, og við sárum hansara eru vit grødd.”
Mong eru tey, sum gjøgnum nevnda skriftorð sóu Jesus líðandi og doyggjandi fyri syndir teirra. Andaligu eyguni vóru upplatin og tey kundu takka Honum fyri dýrt vunnu frelsuna. Og gævi satt, at hetta var luturin hjá okkum øllum.
– Øssur