Vakur novemburdagur
Vit hava fingið at vita fleiri ferðir, at hesin november mánaði er tann vátasti, teir nakrantíð hava mált her á okkara leiðum. Tað hevur støðugt verið vátt og grátt, og tað hevur verið lítið hugaligt at fara útum. Men júst áðrenn vit nú skulu fara inn í desembur mánaði kom ein so avbera vakur dagur í dag, leygardagin 30. november. Eitt sindur av frosti var í morgun, og eitt sindur kalt. Men annars hevur veðrið verið av tí fagrasta.
Dagurin er stuttur hesa ársins tíð, og longu seinnapartin um 3 tíðina merkist, at tað so smátt fer at skýma. Her við “Bastrup Sø” í Norðursjællandi er blikalogn, og sólin fer so við og við aftur um trøini hinumegin vatnið. Hetta er ein vøkur sjón eftir ein regntungan mánaða. Við eitt broyttist veðrið, og so gloyma vit alt um toku og regn.
Í morgin er fyrsti sunnudagur í advent, og advent merkir “koma”, sipandi til móti komu Frelsarans til henda heim, sum vit komandi vikurnar fara at verða mint um í orðum og tónum. Hesin vakri dagurin var ein góð “innleiðing” til morgindagin.