Kvøða til faðir

                           

Hann var í nevndini hjá Føroyska Bíbliugrunninum í mong ár og kundi gleðast um hesa stóru bíbliuna, sum kom út í hansara tíð.

–                                                    Ognað faðir mínum, Sigurd Berghamar,
                                                      á 80 ára degnum, 22. desember 1990.
–                                                   Var sungin við lagnum “Tit sum í fjøru fóru”.

Tú vart ei sum teir flestu,
ið pløgdu hav og mið,
Sum sjóargarparnir flestu,
ið fongin komu við.
Tú gekst ei runt við haka
um mýru, eyr og sand
Og tó – eg til má taka:
tú bygdi hetta land.

Tað var nú ikki hetta:
at fleyga lundar og
at reka seyð og fletta
og rópa grindaboð.
Tú hevði hugsan aðra,
sum fylti lív og sál:
at lesa og at læra
og granska móðurmál.

Tó ætlan stundum brestur,
øll mál vit røkka ei.
Órógvandi var pestur,
og skiftandi var leið.
Men berandi var brúgvin,
sum upp til himmals bar.
Og uppi bar teg trúgvin
á Hann, sum er og var.

Men havast skal í huga
ta konu, ið tú fann.
So væl hon hevur dugað
at fjálga um sín mann.
Tit byrðar hava borið,
so sterkt var kærleiksband.
Og grundað væl á Orðið
tit bygdu tykkar land.

Tit skaptu trygd í heimi
hjá børnum fýra, sum
eins væl í miklum gleimi
sum tyngru tíðunum
tó kendu ongan ótta,
har andaði av trygd.
Og einki kundi hótta
ta trúgv, á Gud var bygt.

Í roknskapi og nógvum,
sum út kom upp á prent,
í mongum tøkum tógvum
tín køna hond var hent.
Í Bíbliunnar verki
við øðrum ábyrgd tók.
Upplyfti trúarmerki,
og út kom orðabók.

Ja, blíantur og pennur
títt gylta amboð var.
So skjótt tó tíðin rennur,
men væl tú heldur tær.
Um hvítnað er á fjøllum,
tú hevjar kyndan brand.
Og omanfyri øllum
hátt hómast himmalland.

                                  Øssur

You may also like...