Ein Orðsins maður
Tann 1. Juli vóru 10 ár síðani prædikumaðurin Poul Madsen andaðist í heimi sínum í Stenløse, 93 ára gamal. Hann var ein bíbliukønur maður og ein Orðsins mynduleiki, sum hevði ómetaliga nógv at geva. Føroyar og føroyingar lógu honum eisini nógv á hjarta. Tá hann var farin, skrivaði undirritaði eina stutta minnisgrein um Poul Madsen. Nakað av greinini verður endurgivið her:
Poul Madsen var grundleggjari av samkomuni “Kristent Fællesskab” í Keypmannahavn, har mangir danir, og føroyingar við, hava havt sítt andaliga heim. Saman við Rino Lange var hann eisini leiðari av Operatión Josva, einari evangeliskari miðstøð uttan fyri Odense, sum virkaði kring landið í nøkur ár.
Fleiri føroyingar vóru við í Operation Josva. Eisini Susan og eg vóru við í tíðarskeiðinum 1972-73 – og hetta árið gjørdist ein avgerandi tíð fyri okkum. Tí tað var har, vit tóku stig til verkið, sum seinni fekk navnið Kristnastova. Eg minnist hvussu Poul Madsen stuðlaði okkum í hesum varisliga trúarstigi okkara.
Bíbliutímar Poul Madsens vóru merktir av djúpum mynduleika, innliti og alski til skriftina – og tó borið fram á ein einfaldan hátt, so at tey allarflestu kundu fylgja við. Hann fekk sagt so nógv við fáum orðum. Svenning av Lofti segði onkuntíð – og hann er útbúgvin prentari – at tala Poul Madsen var so væl orðað, at hon var klár til at vera sett í blýggi (sum var tátíðarmátin at seta skrift til prenting).
Tað var altíð tign og mynduleiki yvir tí, hann bar fram. Hann skýggjaði alt, ið var grunt, popput ella lættisoppaligt. Hann var blaðstjóri á tíðarritinum “Mod Målet” heilt frá 1947 – og seinasta blaðið kom út bert nakrar fáa mánaðar áðrenn burturferð hansara.
Umframt at útleggja skriftina, hevði hann altíð viðkomandi og aktuellar viðmerkingar í blaðnum undir teiginum “Hvad ser du?”. Har viðmerkti hann ofta samfelagsligu og politisku støðuna í andaligum ljósi – fyrst og fremst í Danmark, men eisini í Europa og heiminum sum heild. Lýsingar og viðmerkingar hansara vóru altíð beinraknar og merktar av gløggari vitan og vísdómi.
Poul Madsen skrivaði fleiri bøkur, sum hava verið nógv lisnar – bæði í Danmark og heima í Føroyum. Flestu teirra vóru bøkur yvir bíbilsk evni – tvær eru umsettar til føroyskt. Hann skrivaði og umsetti eisini nógvar sangir, sum serliga hava verið nýttir innan Kristent Fælleskab.
Hann talaði stundum á møtum okkara í Kristnastovu, bæði á Oxford allé og Birmavej 36. Altíð hevði hann eitt gott, og viðkomandi orð. Hann vitjaði eisini í Føroyum fleiri ferðir og talaði í fleiri av samkomum okkara heima.
Poul Madsen var virkin til tað síðsta. Bert tríggjar vikur áðrenn heimferð sína varð seinasta talan hildin. Hann er jarðaður í kirkjugarðinum við Stenløse Kirke.
Her kann so leggjast aftrat, at svenska kona Poul Madsens, Birgitta, andaðist 1. Juni 2014. Til ber at lesa og lurta eftir nøkrum av tí nógva tilfari , sum liggur eftir Poul Madsen á www.modmaalet.dk
– Ø (oberghamar@gmail.com)