Á Birmavej í 40 ár

Júst nú í summar eru 40 ár liðin, síðani arbeiðið í Kristnastovu flutti frá Oxford Allé yvir á Birmavej 36 á Amager. Hetta var í 1979, og ikki var langt millum húsini, kanska ein kilometur. Men munurin var stórur, tí hølini, ið vit vóru til taks á nýggju adressuni, vóru munandi rúmligari og betri egnað til verkið.
Tað tók sína tíð at fáa neyðug loyvi til at nýta húsið til arbeiði okkara,  tí Grundeigarafelagið á økinum setti seg ímóti, at Kristnastova kom inn á teirra økið.  Men umsíðir loysnaði, og loyvi fekst frá mynduleikunum at flyta inn og fara í gongd við verkið. Tíbetur eru bestu viðurskifti millum okkum og felagið ídag, og tað hevur verið so í mong ár. Enntá aðalfundur teirra, sum er einaferð um árið, fer fram á Birmavej 36.
Tað var ein stórur dagur, tá fyrsta fríggjakvøldssamkoma var hildin í nýggju, hvítu húsinum á Birmavej. Niðanfyri síggjast tríggjar myndir, tiknar frá hesari samkomu, ið var 29. juni 1979. Og sum tað framgongur, sá fundarhøllin eitt sindur øðrvísi út, enn hon ger í dag.  Men tað var eitt stórt framstig fyri arbeiðið, og tað minnast vit afturá við gleði og takksemi.    –                                           Ø                                                                                                                                                                                                                

Nógv fólk leitaði út á Birmavej 36 til allarfyrsta møtið. Og lagið var sera gott á fólki, sum fegnaðust um nýggju umstøðurnar.

Hásummar var, og fleiri ferðandi fólk leitaðu út á Birmavej 36 fyri at vera saman við okkum og ungu útisetunum hetta kvøldið. Uttast til vinstru sæst Petur Háberg, sum gleddist um nýggja húsið og bar eisini eitt orð fram.

Klæmint Weihe, núverandi nevndarlimur í Kristnastovu, taldist millum ungu útisetarnar um hetta mundið, somuleiðis Egon Øregaard, sum sæst aftanfyri – høgrumegin.

Símun í Túni, sum tá var farin út til Venesuela sum trúboðari, var eisini við hetta kvøldið og luttók á møtinum. 

 

You may also like...