Á stevnu í Róm
Í døgunum 24 – 29. juni var altjóðað leiðarastevna hildin uttan fyri Róm fyri fólk innan brøðrasamkomuna, sum savnaði millum 800 og 900 fólk úr ymsum londum saman. Yvir 30 føroyingar vóru við stevnuna, har ljós var varpað á missión, men eisini onnur evni vóru viðgjørd, sum vóru viðkomandi og hava við verk Harrans at gera.
Hetta vóru gevandi dagar við nógvum góðum íblástri. Hitin var rættiliga nógvur væl av tíðini – yvir 30 gradir – sum var í meira lagið fyri okkum føroyingar, men helst ikki fyri eitt nú afrikanarar og indarar, sum eisini luttóku á stevnuni. Eitt ferðalag var komið úr Føroyum, og harumframt komu onnur aftrat heimanífrá. Eisini vóru vit fleiri, sum búgva uttanlanda, ið vóru við.
Myndin omanfyri er tikin av einum av stóru møtunum, meðan myndirnar niðanfyri eru tiknar av føroyingum standandi á trappuni og við eitt borð uttanfyri, har vit ofta savnaðust um kvøldið. Meira umtala av stevnuni kemur seinni. Ø