Hin fyrsta bíblian

Leygardagin, hin 16. mars varð okkara barnabarn, lítla Lydia, 2 ár. Millum tær mongu gávurnar, hon skuldi pakka upp, var ein barnabíblia, sum eitur “Alle børns bibel”. Enn er Lydia ov lítil at lesa søgurnar, men hon kann hyggja eftir myndunum og fáa onkrar einfaldar søgur fortaldar av teim vaksnu, eins og vit fingu, tá vit vóru børn.
Bíblian minnir okkum eisini aftur og aftur á at siga børnunum frá tí Gudi, ið elskar okkum, og sum ynskir at gera sítt verk í okkum og komandi ættarliðum. Í 5. Mósebók verða ísraelsfólk mint á at prenta orð Guds inn í børnini og tosa við tey um tað bæði úti og inni. Paulus kann mong ár seinni skriva til Timoteus “tú kennir frá barni av hinar heiløgu skriftir, sum kunnu gera teg vísan til frelsu við trúnni á Kristus Jesus”. Og er tað ikki soleiðis eisini hjá mongum okkara,  at tað orð, vit hoyrdu sum børn, ringir enn í oyrum og sinni okkara, hóast mong ár eru farin, síðani vit hoyrdu tey fyrstu ferð. Og takkksom eru vit fyri andaligu barlastina, vit fingu gjøgnum Orðið, bæði í heimi og í sunnudagsskúla.
Jesus sjálvur elskaði børnini, tók tey í sín favn og signaði tey. Tað ynskir hann eisini at gera í dag, og í dag  kunnu vit vera hansara “forlongdu armar” og geva yngsta ættarliðnum Orð hansara. Langabbi Lydiu (Sigurd Berghamar) orðar hetta væl í sanginum, hann umsetti fyri mongum árum síðani, har sagt verður:
  Ognist mær so Orðið,
  trúgv mín, mennist hon,
  treingist trá til álit
  á Guds egna son.
  Tryggur í hans ørmum
  lýðin gerist eg,
  vaksandi í náði
  gangi Harrans veg.
(Sangur nr. 75 í NSGF)

Harrin gevi, at Lydia og mong onnur børn hoyra Orðið og læra Jesus at kenna á ungum árum.
Ø.

You may also like...