Minni frá vitjan Tom Roberts

Í hesum døgum vitJa Lisa og Tom Roberts úr Bahama oyggjunum samkomur í Føroyum, og tað má sigast vera ein forvitnislig vitjan. Tí tey hava mangan vitja í Føroyum áður, serliga Tom, sum er evangelistur. Í 70unum og 80unum vitjaði hann í Føroyum og mong vórðu nomin gjøgnum talu hansara. Tey, ið játtaðu trúgv á Jesus sum úrslit av boðskapi Tom Roberts, munnu vera mong í tali.
Á vegnum upp til Føroya gisti hann aloftast í Kristnastovu. Og í Keypmannahavn varð eisini skipað fyri møtum við Tom Roberts, og hann vitjaði eisini í Århus og Esbjerg.
Niðanfyri síggjast nakrir greinastubbar, sum vórðu skrivaðir í blaðnum Boðberin um vitjan Tom Roberts – onnur í 1976 og hin í 1979 . Í tí tíðini hevði postverkið ein týðandi leiklut, tá ein skuldi lýsa við tiltøkum, og tí kom verkfallið innan postverkið helst illa við, tá Tom Robert vitjaði.  Tekningina av Símun Fuglø og Tom Robert átti ein ungur maður, sum stuðlaði okkum við sangi á møtunum, og tað var Ólavur á Váli, sáli.
Kristiliga Tíðindasendingin skrivar annars um vitjanina hesuferð og tað kann lesast HER.

Lisa og Tom Roberts í
nýggjari tíð

 

You may also like...